Fara at søkkja Helenu á Borðoyavík í næstu viku

Fara at søkkja Helenu á Borðoyavík í næstu viku
Um viðrar, verður 60-ára gamla stállínuskipið Helena søkt í næstu viku á Borðoyavík, har hon skal brúkast at kava niður á. Hetta hendir í sambandi við Sjómannadagin
Mynd: Savnsmynd  
 
06.08.2024 - 08:53

60 ára gamla stállínuskipið Helena hevur í nógv ár ligið svínabundið við kai í Klaksvík.

Skipið æt upprunaliga Nónhamar og varð smíðað á Skála skipasmiðju til Klaksvíkar í 1964. 

Leingi var ætlanin, at Helena, ið er eitt av heilt fáu upprunaligu stállínuskipunum, sum eru eftir, skuldi brúkast í sambandi við eitt fiskivinnusavn.  

Leif Abrahamsen, ið var ein av stigtakarunum, greiddi frá ætlanini, sum ikki bar á mál, í Degi og viku í 2017. 

 

Sí eisini: "Tørvur á einum fiskivinnusavni"

 

Brúkast sum kavaramið

Nú verður lagnan hjá 60-ára gamla stállínuskipunum Helenu, sum upprunaliga æt Nónhamar, ein heilt onnur.

Um viðrar, verður Helena søkt á Borðoyavík í næstu viku í sambandi við Sjómannadagin, har hon skal brúkast til at geva frítíðarkavarum høvi at kava niður á vrakið. 

Tað boðar áhugabólkurin Reynsmúli frá, sambært Norðlýsinum.

Umhvørvisstovan boðaði fyrr í summar frá, at áhugabólkurin Reynsmúli í Klaksvík hevði fingið loyvi at søkkja Helenu á Borðoyavík út fyri Norðoyri. 

Treytirnar fyri loyvinum vóru millum annað, at alt dálkandi verður tikið úr skipinum, áðrenn tað verður søkt, og at skipsvrakið verður nýtt til kavingarendamál. 


Olivur Joensen, ið er ein av stigtakarunum til at brúka Helenu sum kavingarmið, umborð og ruddar.

 

Stigtakararnir greiddu frá ætlanini við Helenu í Degi og viku 19. januar í 2024. 

 

>>Sí eisini: "Helena skal søkkjast á Borðoyarvík"

 

Tekur fýra tímar at søkkja Helenu

Tá Helena skal søkkjast, verður mannagongdin, at botnventilarnir verða opnaðir og síðani ganga okkurt um fýra tímar, til Helena liggur á havsins botni.

Stállínuskipið, sum er 30 metrar langt, verður søkt á 25 metra dýpi á havbotnin vestan fyri vrakið av útróðrarbátinum Reynsmúla, sum fyri nøkrum árum síðani varð søktur á 14-15 metrar dýpi.

Ætlanin er, at skipið verður fest í botnin við tveimum akkerum á 1.000 kilo hvørt og við ketum, ið viga 2.300 kilo hvør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955