Farleið av lívi á Mars: Hava funnið nálina í sátuni

Farleið av lívi á Mars: Hava funnið nálina í sátuni
Perseverance-rovarin hjá NASA á Mars hevur funnið ábendingar um, at lívfrøðiligar mikroverur hava verið á Mars. Hetta eru stórtíðindi innan rúmdargransking
Perseverance-rovarin hjá NASA hevur funnið ábendingar um, at lívfrøðiligar mikroverur hava livað á Mars
Mynd: Nasa.gov  
 
07.08.2024 - 12:12

"Hetta er vanvittuga stórt."

Tað sigur David Arge Klevang, lektari og granskari á DTU Space, nú Perseverance-rovarin hjá NASA hevur funnið nakað, sum líkist farleiðini av lívfrøðiligum mikroverum á Mars.

"Allir fyrrverandi rovarar hava havt eitt mál um at finna prógv fyri, at tað hevur verið vatn á Mars, og tað hava teir gjørt. Perseverance bleiv so ítøkiliga gjørdur til at taka mátingar av møguligum sonevndum biosignaturum, altso fossilir á mikroskopiskari stødd. So hendan missiónin er snøgt sagt gjørd til hettar her," sigur David Arge Klevang og leggur afturat, at tað sum Perseverance nú hevur funnið, er sum at finna eina nál í eini sátu.

DTU, Danmarks Tekniske Universitet, hevur verið við til at menna ein part av útgerðini hjá Perseverance, sum nú hevur verið á Mars í hálvt fjórða ár. Rovarin hevur 19 myndatól, men tvey tey týdningarmestu eru PIXL (Planetary Instrument for X-ray Lithochemistry), sum skal staðfesta biosignaturir, og SHERLOC (Scanning Habitable Environments with Raman & Luminescence for Organics & Chemicals), sum kann finna lívfrøðiligt tilfar og mineralir. Og hesi bæði hava David Arge Klevang og onnur frá DTU verið við til at menna.

Perseverance varð sendur upp 30. juli 2020 og setti seg á Mars 18. februar 2021.

 

Hoyrið longri samrøðu við David Arge Klevang her:

Klevang_Mars_longri

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. august
Veðrið
178926
Mánadag 5. august
Hin rusuti á Aconcagua (6:10)
177784
Fríggjadag 2. august
Veðrið
178788
Hósdag 1. august
UEFA Champions League: KÍ - Malmö FF
178729