Sanna á Løgmansbø: "Var eg bara nøkur fá ár yngri, so hevði eg takkað nei"

Sanna á Løgmansbø: "Var eg bara nøkur fá ár yngri, so hevði eg takkað nei"
Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, var sum smágenta still og smæðin. Ein stóran part av lívinum hevur hon brúkt at sleppa av við smædni og lítið sjálvsvirði.
Sanna á Løgmansbø er forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Ein sessur, sum tó ikki lá í kortinum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
07.08.2024 - 16:05

Tað at tora at traðka fram og siga sína hugsan, serliga í stórum bólkum, hevur altíð verið nakað, sum Sanna á Løgmansbø hevur ræðst. Og ein stóran part av lívinum hevur hon brúkt at sleppa av við smædni og lítið sjálvsvirði. Kom spurningurin um at gerast forkvinna fyri bara nøkrum fáum árum síðani, er Sanna sannførd um, at hon hevði takkað nei. 

Sanna gloppar Vindagið hesa ferð, og hetta er søgan um, hvussu hon vann á smædninum og tók við einum ógvuliga sjónligum sessi, tá hon bleiv forkvinna í Føroya Pedagogfelag. 

Mynd: Bárður Lydersen

 

Vánaliga sjálvsálitið ein keðiligur fylgisveinur

Sum smágenta var Sanna bæði still og smæðin. Hon minnist, at hon ofta fekk ilt í búkin, tá hon skuldi í skúla. Hon tordi illa at svara aftur ella verja seg, um onkur gjørdi ónáðir, og bleiv heilt illa við, um ein lærari skeldaði.

Sanna heldur tó ikki, at nakar visti, at hon var so smæðin. Hon kláraði seg væl í skúlanum, las væl uppá fyri ikki at siga nakað býtt og royndi sum frægast at fjala, at hjartað titaði í bringuni, og lógvanir vóru vátir.

Í tannárunum gjørdi vánaliga sjálvsálitið, at hon helt seg aftur, og kom hon at siga nakað galið, kundi tað fylla øgiliga nógv í huganum í langa tíð. Sum studentur forsvav hon seg við vilja ella gloymdi uppgávur, soleiðis at hon eitt nú kundi skáka sær undan at leggja fram.

- Eg merkti ein ótta fyri at avrika nakað, fyri at gera nakað býtt ella gera ein feil. Tað var strævið at vera eg, men eingin visti tað, tí eg dugdi væl at fjala tað. 

Mynd: Bárður Lydersen

 

Eitt brennandi ynski um at fáa ávirkan

Tað lá tí heldur ikki heilt í kortinum, at Sanna skuldi gerast forkvinna í Pedagogfelagnum, tá hetta er ein sera almennur sessur. Og fortreytin sum forkvinna er júst hon, sum Sanna einaferð ræddist: at siga sína hugsan í stórum bólkum. 

Kortini var tað ein møguleiki, sum ikki kundi fara framvið. Viljin og hugurin at gera mun var størri. 

- Eg tími so væl, og eg vil. Eg havi eitt brennandi ynski um at fáa ávirkan á viðurskifti í samfelagnum, sum ikki virka nóg væl. Serliga har sum børn eru, og har menniskju við skerdum førleikum skulu virka og hava eitt gott lív, sigur Sanna. 

Fyri Sannu er tað nærum sjálvsagt, at menniskju og trivnaður verða raðfest fram um alt annað. 

- Um menniskju ikki trívast, so fer tað at ganga út yvir allan framburð í samfelagnum. Tí mugu eisini arbeiðssømdirnar hjá námsfrøðingunum raðfestast, heldur forkvinnan í Pedagogfelagnum. 

Mynd: Bárður Lydersen

 

Sanna gloppar Vindagið

Hesa ferð er Sanna á Løgmansbø vertur í Vindagnum, har hugleitt verður um at vinna á smædninum, tora at missa fótafesti eina løtu og tora at taka orðið. 

Vindagið er í útvarpinum mikudagar kl. 17.05, men tú finnur eisini sendingina á KVF Ljóð. 

Tónleikur, sum Sanna hevur valt til sendingina: 

  1. Lena – Good Girls 
  2. Lena – Nothing Wrong With You 
  3. Lena – Dream Chaser 
  4. Lena – Sail on Victoria
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. august
Veðrið
178926
Mánadag 5. august
Hin rusuti á Aconcagua (6:10)
177784
Fríggjadag 2. august
Veðrið
178788
Hósdag 1. august
UEFA Champions League: KÍ - Malmö FF
178729