Summarfestivalurin 2024: 10 ting tú mást hoyra

Summarfestivalurin 2024: 10 ting tú mást hoyra
Í morgin byrjar ársins Summarfestivalur, sum í ár hátíðarheldur sín 20 ára stovningardag. Her eru 10 ting, ið tú mást hoyra, um tú fert á Summarfestival
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.08.2024 - 16:05

1) Uriah Heep (UK)
Leygarkvøldið, Vágsbøur, kl. 23.00

Legendariski bretski rokkbólkurin varð stovnaður í 1969 og var við til at leggja lunnar undir harða og progressiva rokkin í Bretlandi í sjeyti árunum. Uriah Heep er í góðum formi, og tað staðfesti bólkurin, tá hann spældi eina sera sannførandi konsert á ársins Copenhell-festivali í Keypamannahavn. Tað bæði ljóðaði og svingaði væl hjá Uriah Heep, og sangarin Bernie Shaw, ið er 68 ára gamal, var framúrskarandi. Á odda fyri Uriah Heep stendur eins og áður 77 ára gamli Mick Box, ið stýrdi bólkin gjøgnum hitt sum "Gypsy", "Easy Livin'", "The Wizard", "Sweet Lorraine", og "Stealin'". Føroyingar kunnu gleða seg at hoyra Uriah Heep, ið altíð hava havt eina høga stjørnu millum føroyingar. 

 

2) Son Of Fortune
Hóskvøldið, Tjaldið, kl. 20.00

Um tað so er í John's barr í Fuglafirði, á G! festivalinum ella í Norðurlandahúsinum, so er Son Of Fortune spikahamrandi feitur. Benjamin Petersen, ið er maðurin aftanfyri Son of Fortune, er ein gandakallur við gittaranum, ið hann dugir at fáa at syngja sum ein eingil ella at larma eins og var Jimmy Hendrix uppafturrisin. Við sær í reyvalummanum hevur Benjamin Petersen ein nýggja plátu, "Dust", ið ikki er útgivin enn. Um tær dámar gittarrokk, ið er kryddaður við eitt sindur av blues og folk, so er hetta ein konsert, ið tú mást hoyra. 

 

3) Tinganest
Fríggjakvøldið, Tjaldið, kl. 23.45

Latið ongan møguleika, ið tit fáa, at hoyra Tinganest spæla konsert, fara aftur við borðinum. Jóanjakku Guttesen og Magnus á Stongum blíva ikki yngri, nú teir herfyri blivu heiðraðir í heimbygdini Sørvági í sambandi við, at teir fyltu 75 og 74 ár. Tað gleðiliga er, at menninir handan Vágasound eru væl fyri og dríva á við at spæla konsertir, og tað haldi eg, at allir føroyingar skulu stuðla uppundir.  "Her standi eg í Havnargøtum og lýði á."

 

4) Dania O. Tausen
Fríggjakvøldið, Vágsbøur, kl. 21.00

Dani O. Tausen vann herfyri FMA-heiðurslønina fyri at hava latið úr hondum bestu føroysku plátuna í fjør, "ja/nei - og restin av vikuni". Heiðurin er væl uppiborin, tí plátan er á tremur við góðum sangum, sum í stóran mun vórðu ljóðmyndin til 2023 hjá nógvum fólkum. Lagt er upp til eina góða og hugfarliga løtu á Vágsbøi, tí Dania O. Tausen er ein óalmindiliga dugnalig tónlistakvinna, ið hevur ein krútsterkan bólk afturat sær. 

 

5) Olly Murs
Fríggjakvøldið, Vágsbøur, kl. 22.00

Nøgdin av spælingum á stroymingtænastunum lýgur sjáldan, tí størstu hittini hjá Olly Murs hava hundraðtals milliónir spælingar bara á Spotify. Serliga "Troublemaker", sum er at finna á gjøgnumbrotsplátuni hjá Murs, "Right Place Right Time", frá 2012, hevur yvir 400 milliónir spælingar. Tað er ein bretsk superstjørna, ið fer á pallin á Vágsbøi fríggjakvøldið. Olly Murs hevur havt fimm plátur ovast á bretska hitlistanum. Tað er bara eitt ár síðani, at útgávan "Marry Me" var nummar eitt í Bretlandi. Hann hevur eisini eina langa røð av hittum kring heimin, og hann hevur útgivið sangir saman við eitt nú Flo Rida, Demi Lovato og Snoop Dogg. Olly Murs er eisini kendur úr sjónvarpi. Hann er ein av dómarunum í The Voice UK saman við eitt nú legenduni Sir Tom Jones. 

 

6) Hamradun
Leygarkvøldið, Vágsbøur, kl. 20.00

Dunið frá Hamraduni hevur ongantíð harðari enn tað er í løtuni. Kvæðarokkbólkurin kemur á SF við nýggju plátuni "Nætur níggju" í skjáttuni, og so hevur bólkurin spælt nógvar konsertir bæði her heima og uttanlands í summar. Fólk kunnu gleða seg at hoyra ein rokkbólk í toppformi framføra hitt sum "Sinklars vísa", "Jallgríms kvæði", "Sneppan" og "Tað er ein stutt og stokkut løta". 

 

7) Lena Anderssen
Leygarkvøldið, Tjaldið, kl. 23.30  

Lena Anderssen sendir ongantíð áhoyrararnar av aftur einari konsert uttan at tey hava eina kenslu av, at teir hava upplivað nakað heilt serligt. Nærveran, nærlagni og góðu sangirnir skapa eitt heilt serligt huglag á konsertunum hjá Lenu. Nýggja plátan hjá Lenu "State of the Land" er krútsterk, og tað er bólkurin hjá Lenu eisini. Fólk kundu vera vís í, at tað verður ein góð konsert í Tjaldinum, leygarkvøldið klokkan 21.15. 

 

8) Sakaris
Leygarkvøldið, Tjaldið, kl. 00.30

Popp-spilopmakarin á føroyska tónleikapallin hevur sangirnar, ið kunnu blása lív í eina ordiliga veitslu í Tjaldið leygarkvøldið. "I Put on This Dress Only for You", "Allarbesti", "Alborg" og "Magical Bag of Fun", fyri at nevna nakrar. Sakaris, ið býr og arbeiðir við tónleiki í Íslandi, er ein av heilt fáu reindyrkaðu, modernaðu popparunum, ið vit eiga á føroyska tónleikapallinum. Tað er altíð litríkt, stuttligt og hugtakandi at hoyra Sakaris framføra, ikki mist solo'irnar á ljómborðinum. 

 

9) Jørgin Dahl á SF 20 ára Show
Hóskvøldið, Vágsbøur, kl. 22.00 

Jørgin Dahl er slóðari í føroyskum rokktónleiki. Hatta bleiv væl lýst í sjónvarpssendingunum "Komið øll við" hjá Suna Merkistein og Hans Peturi Hansen her í Kringvarpinum. Jørgin Dahl hevur skrivað sangir sum “Komið øll við”, “Upp á gólv” og “Heading for Disaster”, sum Straight Ahead framførdi og blivu fólkogn í sjeytiárunum. Men nú er hann eisini aktuellur við nýggjum sangum, "Watch Me I'm Free" og "Son for Her". Spennandi verður at hoyra hesa lokalu legenduna í Klaksvík framføra í sambandi við 20 ára jubileumsshowið hóskvøldið. 

 

10) RSP
Fríggjakvøldið, Vágsbøur, kl. 3.00

Í roynd og veru løgdu teir Vágbø niður í fjør, men nú koma teir aftur til Klaksvíkar, at gera tað umaftur, kúllarnir í RSP.  Spurningurin er, hvussu teir ætla at skrúva upp fyri sjuntinum, so tað verður eitt uppaftur minniligar kvøld, enn tað var í fjør? Livst so spyrt, men teir eiga so aftur í ár ársins summarhitt, "Skít í kvøld", sum teir hava givið út saman við Swangah, og nýggja singla, "Rúmdin", er eisini fokking fresh. Uttan mun til hvat hendir, so verður tað eitt ball, tá RSP fer á pallin. "Kropsliga er einki, ið eitur feitur meir / Hvussu helviti lýsi eg Una Leitisstein" 

 

 

Hvat: Summarfestivalurin
Hvar: Klaksvík
Nær: 8. - 10. juli

 

Øll Summarfestival-skráin 2024 kann sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. august
Veðrið
178926
Mánadag 5. august
Hin rusuti á Aconcagua (6:10)
177784
Fríggjadag 2. august
Veðrið
178788
Hósdag 1. august
UEFA Champions League: KÍ - Malmö FF
178729