Brúkaraumboðið: Nema skal halda marknaðarføringslógina

Brúkaraumboðið: Nema skal halda marknaðarføringslógina
Brúkaraumboðið sigur, at televeitarin Nema hevur framt brot á góðan marknaðaføringssið, tí Nema hevur eggjað einum 7. flokki at hjálpa sær at fáa fleiri kundar
Savnsmynd
Mynd: Bárður Veihe  
 
07.08.2024 - 12:42

Brúkaraumboðið hevur heitt á Nema um at tryggja, at marknaðarføringslógin verður hildin framhaldandi.

Brúkaraumboðið sigur, at televeitarin hevur framt brot á góðan marknaðaføringssið og virkað í stríð við grein 8 stk. 1, sum snýr seg um marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung. 

Vinnurekandi mugu í útgangsstøði ikki brúka børn og ung í sølu- og marknaðarætlanum. Heldur ikki mugu børn og ung brúkast til at fáa vinir, foreldur ella onnur til at keypa ávísar vørur ella tænastur, sum tey ungu fáa ágóðan av.

 

Eggjaðu einum 7. flokki at skaffa kundar

Málið snýr seg um eitt skriv frá Nema til 7. flokkar í Vágs-, Porkeris- og Sumbiar skúla. 

Í skrivinum verða ung í 7. flokki eggjað til at hjálpa Nema við at fáa fleiri kundar. 

 

Brukaraumbodid_um_Nema_1

 

Hetta verður gjørt á tann hátt, at um ein kundi flytir haldið hjá sær til Nema, so fer virðið av mánaðarliga gjaldinum beinleiðis til flokkin.

Orsøkin til skrivið var, at Nema hevði fingið eina umsókn um stuðul frá einum av foreldrunum, sum vildi savna pening fyri flokkin í sambandi við námsferð.


Rannvá Sólheim, Brúkaraumboð

 

Nema vildi ikki geva beinleiðis fíggjarligan stuðul, men bjóðaði í staðin fram alternativar mátar, har tey í samstarvi við Nema kundu savna pening til námsferðina. 

- Tað er brot á marknaðarføringslógina, sigur Rannvá Sólheim

 

Brukaraumbodid_um_Nema_2

 

Brúkaraumboðið ger kortini ikki meira við málið, tí Nema hevur víst á, at talan er um eitt mistak, at skrivið var stílað til børnini, tí tað var ætlað foreldrunum. Og Nema tók skrivið aftur beinanvegin, sigur Brúkaraumboðið. 

 

Brukaraumbodid_um_Nema_3

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610