Fýra mánaðir treytaleysa fongsulrevsing fyri at sláa Mette Frederiksen

Fýra mánaðir treytaleysa fongsulrevsing fyri at sláa Mette Frederiksen
Talan er um harðskap móti tænastumanni í arbeiði, ljóðar dómurin
 
07.08.2024 - 12:56

39 ára gamli póllendingurin, sum sló danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, í juni, varð í dag dømdur fýra mánaða treytaleysa fongsulrevsing.

Maðurin sló Mette Frederiksen við knýttari hond á høgra yvirarm, og misti forsætisráðharrin fótafetið av slagnum. 

Talan er um harðskap móti tænastumanni í arbeiði, ljóðar dómurin.

 

Eisini útvístur

Í dóminum verður dentur lagdur á, at maðurin sjálvur hevur greitt frá, at hann kendi aftur forsætisráðharran.

Eisini hevur lívverjin hjá Mette Frederiksen greitt frá, at 39 ára gamli póllendingurin hevði ein aggressivan atburð, tá hann legði eftir forsætisráðharranum.

Sambært danska kringvarpinum varð póllendingurin í sama viðfangi dømdur fyri fleiri smærri lógarbrot, sum einki hava við álopið á forsætisráðharran at gera.

Umframt fýra mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing er póllendingurin útvístur úr Danmark í seks ár.

Maðurin tók við dóminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. august
Veðrið
178926
Mánadag 5. august
Hin rusuti á Aconcagua (6:10)
177784
Fríggjadag 2. august
Veðrið
178788
Hósdag 1. august
UEFA Champions League: KÍ - Malmö FF
178729