Høgni Hoydal: Málið er at styrkja okkara beinleiðis samstarv við USA

Høgni Hoydal: Málið er at styrkja okkara beinleiðis samstarv við USA
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.08.2024 - 16:01

Mikudagin kemur amerikanski herflotaráðharrin Carlos Del Toro á vitjan í Føroyum.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, er vertur.

"Landsstýrið hevur leingi roynt at fingið júst Carlos Del Toro henda vegin, tí vit vilja styrkja okkara beinleiðis samstarv við USA, ikki minst í sambandi við trygdarstøðuna í Norðurhøvum," sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

 

1690098

 

Mikudagin hava landsstýrismaðurin og herflotaráðharrin fund, har teir millum annað fara at tosa um trygdarstøðuna í Norðurhøvum, samstarv og viðurskifti landanna millum.

Herflotaráðharrin skal eisini hitta uttanlandsnevndina og vitja Vørn, MEST, Arktis Kommando og Atlantic Airways. 

Carlos Del Toro fer av landinum aftur hósdagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815