Knút og Kári vunnu NM-silvur

Knút og Kári vunnu NM-silvur
Um vikuskiftið vunnu Knút Lützen og hestur hansara, Kári frá Ásbrú, silvur í kappingini um norðurlandameistaraheitið í gonguløgum, sum var í Herning í Danmark.
Knút Lützen og hestur hansara, Kári frá Ásbrú, vunnu um vikuskiftið norðurlendskt silvur í gonguløgum
Mynd: Ríðisamband Føroya  
 
12.08.2024 - 13:40

Sostatt fingu Knút og hestur hansara staðfest, at tað ikki var av tilvild, at teimum fyri tveimum árum síðan eydnaðist at vinna gull í somu kapping, sum tá var í Álandi.

- Tað var fantastiskt at vinna silvur og at hava einar 70 føroyskar fjepparar, ið róptu, stuðlaðu og hoyrdust fram um øll hini, sigur Knút Lützen, sum er sera fegin um, at tað aftur í ár eydnaðist at vinna heiðursmerki.

At verja eitt gullmerki verður ofta hildið at vera torførari enn at vinna eitt, og Knút heldur eisini, at meira trýst var á hesa ferð.

- Fyri tveimum árum síðani kendi eingin okkum, so tá trivust vit væl í leiklutinum undir radaranum. Men hesa ferð merktist væl, at munandi meira trýst var á, sigur hann.

Hevur vakt ans
Innleiðandi bendi alt á harða kapping millum frægastu ross og reiðfólk í Norðurlondum, men við einum fjórðaplássi eydnaðist Knúti og Kára at vinna seg í finaluna.

Byrjanin í finaluni var einki serlig, men ein góður endaspurtur gjørdi munin, og tað var eisini tað, Knút hevði væntað sær av hesti sínum.

- At tað bleiv til gull í Álandi fyri tveimum árum síðani, er nakað, ið nú veruliga sæst aftur í føroysku ríðingini, men eisini onnur geva sær far um, at føroyingar kunnu vera við, har sum tað er stuttligt, sigur Knút Lützen.

Hann og hestur hansara, Kári frá Ásbrú, koma heim aftur við Norrönu mikudagin.

Hoyr samrøðu við Knút Lützen her:

2024-08-12-Knut-Lutzen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961