Skúlastjórin í Sankta Frans: "Umstøðurnar eru virkuliga góðar"

Skúlastjórin í Sankta Frans: "Umstøðurnar eru virkuliga góðar"
Hóast alt ikki er endaliga liðugt enn, so er stjórin í Sankta Frans skúla í Havn sera væl nøgdur við umstøðurnar í nýggju framhaldsdeildini, sum læt upp í dag
Soleiðis sær nýggja framhaldsdeildin í Sankta Frans skúla í Havn út
 
14.08.2024 - 13:15

88 næmingar byrjaðu í dag í nýggju framhaldsdeildini í Sankta Frans skúla í Havn. Hetta er fyrsta árið, at Sankta Frans skúli hevur framhaldsdeild. 

"Vit hava virkuliga góðar umstøður. Tað er væl frágingið, og vit hava ljós og góð hølir,"  sigur Aslaug Olsen, skúlastjóri. 

Aslaug Olsen fegnast eisini um, at Sankta Frans skúli í Havn nú kann bjóða eitt fullfíggjað skúlatilboð úr 1. í 9. flokk. Øll árini hava næmingarnir verið noyddir at leita sær aðrar leiðir, tá teir eru lidnir við 7. flokk. Men við nýggju framhaldsdeildini er hetta ikki neyðugt longur.

Skúlastjórin væntar, at hendan sannroynd fer at hækka støðið á skúlanum.

"Bæði tí vit hava fingið fleiri lærarar, so okkara professjonella rúm er blivið størri, men eisini tí, at vit nú skulu skipa fyri fráfaringarroyndum fyri 9. flokk, og hetta hava vit ikki roynt áður í Sankta Frans skúla."

 

INNSLAG_Sankta_Frans_framhaldsdeild

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672