Apukoppar staðfestir í Svøríki

Apukoppar staðfestir í Svøríki
Stjórin í svenska fólkaheilsumyndugleikanum sigur, at sjúki persónurin hevur verið í Afrika og er smittaður har, men at tað ikki er nakar serligur vandi av støðuni
Eingin vandi er á ferð, bara tí ein persónur er smittaður við mpox, ella apukoppum, siga svenskir myndugleikar
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
16.08.2024 - 11:00

Fyrsti tilburðurin av nýggja frábrigdinum av Mpox-virusinum - tað, sum eisini verður kallað apukoppar - er nú staðfest í Svøríki.

Hetta er fyrsti staðfesti tilburður uttan fyri Afrika.

Olivia Wigzell, stjóri í svenska fólkaheilsumyndugleikanum, sigur sambært SVT, at sjúki persónurin hevur verið í Afrika og er smittaður har. Hon sigur, at tað ikki er nakar serligur vandi av, at ein persónur í landinum nú hevur mpox.

Nýggja frábrigdið av mpox, sum er serliga útbreitt í Demokratiska lýðveldinum Kongo og øðrum londum í Afrika, verður roknað sum meira smittuberandi og deyðiligt enn frábrigdið, sum var í 2022.

Heimsheilsustovnurin WHO hevur lýst seinasta útbrotið av mpox sum eina globala hóttan.


Olivia Wigzell, stjóri í svenska fólkaheilsumyndugleikanum, mitt fyri (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542