Føroysk innrás til Iceland Airwaves aftur í ár

Føroysk innrás til Iceland Airwaves aftur í ár
Marius Ziska, Dania O. Tausen og Silvurdrongur skulu spæla á Iceland Airwaves í november, boðar Faroese Music Export frá í tíðindaskrivi
Dania O. Tausen verður at hoyra á ársins Iceland Airwaves festivali í Reykjavík
Mynd: Bárður Lydersen  
 
22.08.2024 - 13:30

Faroese Music Export boðar í tíðindaskrivi frá, at trý føroysk tónleikanøvn skulu spæla á kenda íslendska festivalinum Iceland Airwaves í november, og øll trý syngja á føroyskum. 

"Tað er ómetaliga hugaligt, at viðburðurin, sum føroysk tónleikanøvn hava havt seinastu árini, heldur fram, og at vit nú aftur fáa høvi til at vera við á Iceland Airwaves," sigur Glenn Larsen, stjóri á Faroe Music Export (FMX).

"Og sjálvsagt er tað sera spennandi, at øll trý tónleikanøvnini, sum skulu á pall á festivalinum, fara at syngja á føroyskum."


Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo
 

Føroyingar gera vart við seg uttanlands

Tíðliga í summar skipaði FMX fyri einari sera væl eydnaðari luttøku á festivalinum The Great Escape í Brighton í Onglandi.

Á festivalinum, sum er ein tónleikavinnufestivalur, vórðu Joe & The Shitboys úrvaldir til at spæla eina konsert saman við The Hives í Italia, umframt at Aggrasoppar vunnu Steve Strange-virðislønina, fyri at vera tónlistarliga tann mest áhugaverdi bólkurin av øllum.  

Og nú er greitt, at Marius Ziska, Dania O. Tausen og Silvurdrongur skulu spæla á viðurkenda Iceland Airwaves festivalinum í november, ið eisini er ein tónleikavinnufestivalur. 

"Marius Ziska spældi á Iceland Airwaves longu í 2013 á Icelandic Airwaves, men festivalurin hevur lagt merki til, hvussu altjóða áhugin fyri honum bara er vaksin síðani tá. Tískil vilja tey fegin bjóða honum aftur at spæla á festivalinum," greiðir Glenn Larsen frá. 

"Dania O. Tausen var eisini upp á tal á festivalinum í 2023, men tá tey fingu at vita, at hon hevði fingið FMA-virðislønina fyri ársins heildarútgávu her í Føroyum, vórðu tey sannførd um, at hon var verd at bjóða til festivalin at spæla. Tónleikasamskipandi toymið á Iceland Airwaves heldur rætt og slætt, at nýggi tónleikurin hjá Silvurdrongi er ótrúliga spennandi, og tey vilja fegin síggja hann á einum av fremstu pallunum á festivalinum."


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Tvær konsertir hvør

Í ár, eins og tey bæði undanfarnu árini, fara føroysku tónleikanøvnini at spæla í minsta lagi tvær konsertir hvør á Iceland Airwaves festivalinum.

"Tann eina verður fríggjakvøldið á festivalinum í sera kenda spælistaðinum Iðno, ið liggur mitt í hjartanum í Reykjavík. Hetta verður ísambandi við, at vit í FMX fara at hava eitt serligt tiltak, har bert føroysk tónlistafólk vera á pallinum," greiðir Glen Larsen, stjóri í FMX, frá.

Hin konsertin verður partur av høvuðsskránni hjá festivalinum.

 

 

Um Iceland Airwaves
 
Iceland Airwaves festivalurin verður hildin í Reykjavík og varar í tríggjar dagar. Høvuðsdenturin verður lagdur á at vísa fram nýggjan tónleik, bæði íslendskan og altjóða. Festivalurin er ein tónleikavinnufestivalur og tískil ein sýnisgluggi fyri bæði útvaldum tónlistafólkum, ið eru á veg fram, men eisini meira viðurkendum tónlistafólkum, sum standa ovast á plakatunum kring um í Evropa.  Iceland Airwaves dregur hvørt ár nógvar áhoyrarar at sær, umframt eina rúgvu av fólki í tónleikavinnuni og miðlafólk úr stórum pørtum av heiminum. Festivalurin hevur fleiri ferðir havt avgerandi týdning fyri tónlistafólk, sum í dag eru vorðin stór nøvn.
Iceland Airwaves verður í ár hildin í Reykjavík frá 7. til 9. november 2024.
Meira um Iceland Airwaves her: https://icelandairwaves.is/

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. august
Breddin - USA og Ukraina
179519
Hósdag 22. august
Morgunlestur hósdagur 22. august 2024
179330
Mikudag 21. august
Urd Johannesen
178909
Mikudag 21. august
Morgunlestur mikudagur 21. august 2024
179329
Týsdag 20. august
Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum
176764
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179455
Týsdag 20. august
Veðrið
179437
Týsdag 20. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
179415
Mánadag 19. august
Hin rusuti á Aconcagua (8:10)
177966
Leygardag 17. august
Olympiski dreymurin - teknmálstulkað
179320