Aggrasoppar vunnið fínan altjóða tónleikaheiður

Aggrasoppar vunnið fínan altjóða tónleikaheiður
Ein sensatión. So avgjørdur er Glenn Larsen, stjóri í FMX, nú tað er greitt, at Aggrasoppar hava vunnið Steve Strange-tónleikaheiðurin á kenda festivalinum The Great Escape
Jamie MacMillan
31.05.2024 - 19:47

Fólk innan tónleikavinnuni, ið sóu Aggrasoppar framføra á The Great Escape, hava valt Aggrasoppar - millum 300 onnur tónleikanøvn - at vera tónlistarliga mest spennandi navnið, ið spældi á The Great Escape í ár. 

Glenn Larsen, stjóri í Faroese Music Export, leggur ikki fingrarnar ímillum. 

"Tað er ein sensatión, at Aggrasoppar, ið er ein føroyskur hipp hopp-bólkur, sum framførir á føroyskum, verður valdur framum mest umtalaðu nýggju ensku bólkarnar."

Júst The Great Escape er ein festivalur, ið hevur virkað sum lopfjøl hjá nøkrum av størstu bretsku nøvnunum yvirhøvur, eitt nú Adele og Ed Sheeran. 

Við heiðurslønini fylgja eisini 5.000 pund, ið eru 50.000 krónur, ið koma væl við hjá Aggrasoppunum. 

"Hetta kann føra nógv meira enn 50.000 krónur við sær, tí hetta kann verða eitt rættiliga avgerandi lop fyri Aggrasoppar," heldur Glenn Larsen. 


*Upptøkurnar í innslagnum av framførsluni hjá Aggrasoppum á The Great Escape gjørdi Jørgen Nordby. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329