Búskaparráðið: Hálvonnur milliard í halli í trý ár

Búskaparráðið: Hálvonnur milliard í halli í trý ár
Ráðið hevur aftur hesa ferð fremstafingur á lofti um stóru undirskotini í landskassanum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, lýddi eisini á formannin í Búskaparráðnum, sum hevði greið boð til landsstýrið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.09.2024 - 11:57

Búskaparvøkstur, einki arbeiðsloysi - men blóðreyð tøl hjá landskassanum - í bestu tíðum...

Búskaparráðið roknar við, at hallið á fíggjarlógini verður 560 milliónir krónur í ár og 480 milliónir næsta ár. Tilsamans ein milliard og 40 milliónir eftir hæli yvir tvey ár. Og verður staðfesta úrslitið fyri 2023, 400 milliónir í halli, tikið við eisini, nærkast hallið á fíggjarlógunum hesi trý árini hálvari aðru milliard krónur.

Í hesum tølum er tikið við tað, sum sambært lóg skal flytast beinleiðis í Búskapargrunnin. Tað eru góðar 400 milliónir fyri 2023 og 2024.

Búskaparráðið hevur aftur hesa ferð fremstafingur á lofti um stóru undirskotini, nú heystfrágreiðingin er løgd fram.

Stór hall á fíggjarlógini í 2024 og 2025 er eitt framhald av somu óhepnu gongd í almennu fíggjarstýringini. Úrslitini á fíggjarlógini eiga ikki at vísa so stór hall, sigur ráðið.

 

Limirnir í Búskaparráðnum lýða á framløgu hjá formanninum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ikki nóg mikið at pjøssa

Boðskapurin til landsstýrið er greiður: Tað er ikki nokk at pjøssa uppá fíggjarlógina við ónevndum átøkum á 35 milliónir krónur um árið, sum ætlanin er hjá Fíggjarmálaráðnum. Neyðugt er við nýskipanum, sum veruliga muna, um fíggjarpolitikkurin skal fáast aftur á beint, sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðingini.

Ráðið mælir - enn einaferð - politikarunum til at gera eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal vera galdandi fyri bæði land og kommunur. Soleiðis ber til at áseta, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa árliga - og á tann hátt fæst tamarhald á útreiðsluvøkstrinum. 

 

Malan Johansen, landsbankastjóri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samráðast við kommunur útreiðslukarm

Tað er neyðugt, tí fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur, sigur Búskaparráðið og skjýtur upp, at politiska skipanin setur sær mál fyri úrslitið hjá almenna geiranum 10 ár fram í tíð.

Og so eigur landið at samráðast við kommunurnar um ein fastan útreiðslukarm fyri til dømis fýra ár, sum kommunurnar síðani kunnu raðfesta innanfyri. Tí kommunurnar hava eisini hall í sínum roknskapum - bara í fjør smáar 200 milliónir krónur.

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, greiðir frá. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318