Noktar seg sekan í neyðtøku, men játtar seg sekan í øðrum ákærum

Noktar seg sekan í neyðtøku, men játtar seg sekan í øðrum ákærum
21 ára gamli maðurin er ákærdur fyri neyðtøku, neyðtøkuroynd og fyri at hava samlegu við tvær gentur, sum vóru yngri enn 15 ár
 
03.09.2024 - 18:44

Í einari ákæru er maðurin ákærdur fyri minst fimm neyðtøkur. Tá er talan um somu gentu. Tríggjar av teimum fýra gentunum, sum hann er ákærdur fyri at hava neyðtikið, vóru 13 ella 14 ára gamlar. Genturnar, sum hann er ákærdur fyri at hava samlegu við, vóru 12 og 14 ár. Maðurin er eisini ákærdur fyri blygdanarskemd, fyri at filma eina gentu og fyri at lata øðrum ritalin.

Flestu brotini, maðurin er ákærdur fyri, vóru framd í fjør, eitt var í 2022 og eitt í 2021.

21 ára gamli maðurin er liðugt avhoyrdur í Føroya Rætti. Hann noktar seg sekan í neyðtøku, men játtar seg sekan í øðrum ákærum - eisini at hava havt samlegu við tríggjar gentur, yngri enn 15 ár.

Videoavhoyringar 

Í morgin verða genturnar, hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg inná, avhoyrdar.

Tá talan er um børn, yngri enn 15 ár, er talan um video'avhoyringar, sum síðani verða vístar í rættinum. Av somu orsøk er rættarmálið í morgin fyri afturlatnum hurðum.

Skuldarspuringurin avgjørdur fríggjadagin

Ákæruvaldið vil enn ikki upplýsa, hvussu harða revsing tey vilja hava mannin dømdan. Men talan er um nevningating - og tá er kravið um revsing í minsta lagi fýra ára treytaleys fongsulsrevsing.

Nevningatingið byrjaði í Føroya Rætti í gjár, og seks dagar eru settir av. Fríggjadagin skal nevningatingið taka støðu til skuldarspurningin - um maðurin er sekur ella ósekur. Verður hann funnin sekur, so skal nevningatingið taka støðu til revsingina. Tað verður væntandi mánadagin. Ákæruvaldið setir fram sítt krav um revsing, tá skuldarspurningurin er avgreiddur.

21 ára gamli maðurin var handtikin í oktober í fjør, og hann hevur verið í varðhaldi síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672