Ullarmóttøkan: Góðskan er misjøvn, og tí fæst minni fyri ullina

Ullarmóttøkan: Góðskan er misjøvn, og tí fæst minni fyri ullina
Tikið er ímóti 38 tonsum av ull í ár, sum er heldur meira enn síðstu tvey árini
Einki verður sett til sølu, fyrr enn liðugt er at skilja ullina.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
04.09.2024 - 11:16

Ullarmóttøkan á Búnaðarstovuni í Kollfjarðadali hevur í ár tikið ímóti góðum 38 tonsum av ull.

Tað er fýra tons meira enn síðstu tvey árini.

Men góðskan er misjøvn, og tí fæst minni fyri ullina, sigur Dorthea Joensen, sum skipar ullarmóttøkuna.

 

Dorthea Joensen. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Ullin verður skild, og einki verður sett til sølu, fyrr enn alt er skilt.

Dorthea Joensen sigur, at einki fæst at vita um prís, fyrr enn ullin er sett til sølu, og boð eru komin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04092024_Ullarmottoka

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572