Kunnu koyra í Dalstunlinum, um játtanir verða framskundaðar

Kunnu koyra í Dalstunlinum, um játtanir verða framskundaðar
Stjórin í Landsverki mælir til at flyta játtanina til tunnilin næsta ár og í 2026 fram, so arbeiðið verður skjótari liðugt
Dalstunnilin var skotin ígjøgnum í november í fjør. (Savnsmynd)
 
05.09.2024 - 08:23

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, sigur, at hann vil, at Dalstunnilin verður gjørdur so frægt liðugur, at tað er farandi í honum, áðrenn veturin kemur, so fólk sleppa undan at koyra í Dalsbergi. 

Stjórin í Landsverki, Marjun Weihe Thomassen, sigur hinvegin, at tað veldst um, hvussu stóra eykajáttan stovnurin fær, um tað skal verða koyrandi í tunlinum, hóast hann ikki er heilt liðugur.

 

Marjun Weihe Thomassen er stjóri í Landsverki. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Í ár eru 25 mió. kr. játtaðar til verkætlanina, og eftir verandi íløguætlan verða 35 mió. kr. játtaðar í 2025 og at enda 30 mió. kr. í 2026.

Hóast ætlanin er at gera vegirnar í tunlinum í 2025 og 2026, og at leggja inn tekniskar installatiónir, trygdarútgerð og ljós í 2026, tá tunnilin væntandi verður liðugur, so heldur stjórin í Landsverki, at tað ber til at fáa tunnilin lidnan nógv skjótari, um fíggingin verður verður flutt fram. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05092024_Dalstunnilin

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053