Landskappingin í hondbólti í gongd

Landskappingin í hondbólti í gongd
Í dag byrjar landskappingin í hondbólti hjá bæði kvinnum og monnum við bláum og grønum grannauppgerðum á Hálsi.
Landskappingin í hondbólti byrjar í dag við grannauppgerðum millum Neistan og Kyndil
 
07.09.2024 - 13:44

Í dag byrjar landskappingin í hondbólti hjá bæði kvinnum og monnum.

Fyrstu dystirnir eru grannauppgerðir millum Neistan og Kyndil í høllini á Hálsi í Havn, har kvinnurnar spæla klokkan 14 og menninir klokkan 16.

Í morgin eru fýra dystir, tveir á Skála og tveir í Hoyvík.

Á Skála spæla kvinnurnar hjá StÍF og Stjørnuni klokkan 14 og menninir hjá StÍF og Team Klaksvík klokkan 16.

Og í Hoyvík spæla kvinnurnar hjá H71 og EB klokkan 14 og menninir hjá H71 og KÍF klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804