Plantasjan í Trongisvági 100 ár

Plantasjan í Trongisvági 100 ár
Nógv fólk var komið saman í plantasjuni í Trongisvági í gjár at hátíðarhalda, at 100 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vóru plantað
Nógv fólk var komið í plantasjuna í Trongisvági í gjár at hátíðarhalda 100 ára dagin
Mynd: Annika Bolton Mortensen  
 
08.09.2024 - 14:37

- Tey hava plantað trø fyri at fáa ein friðstað, har man kundi fara útferð og taka sær av løttum, hoyra suðið í trøunum, fuglaljóð og sovorðið, sigur Johan Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini.

Mong av teimum, ið vóru møtt upp, fegnaðust um plantasjuna.

- Her møtir tú altíð fólki, segði ein.

- Her er friðsælt og gott, segði ein annar.

Plantasjan í Trongisvági var gróðursett í 1924. Tað var ein av fleiri royndum fyrst í farnu øld at fáa trø at vaksa í Føroyum.

Her kanst tú hoyra eitt innslag frá hátíðarhaldinum:

2024-09-08-Plantasjan-i-Trongisvagi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776