Pólski forsætisráðharrin ónøgdur við týskt marknaeftirlit

Pólski forsætisráðharrin ónøgdur við týskt marknaeftirlit
Donald Tusk heitir á grannalondini hjá Týsklandi, um at seta seg saman at umrøða støðuna
Donald Tusk er forsætisráðharri í Póllandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.09.2024 - 09:35

Polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, er ikki nøgdur við, at Týskland hevur sett í verk marknaeftirlit við øll níggju grannalondini, sum hava mark til Týsklands.

- Týska avgerðin er ráðarík og kann ikki góðtakast, sigur Tusk.

Marknaeftirlitið er í veruleikanum ein kolldøming av Schengen-avtaluni, sum tryggjar fría ferð um mørkini millum limalondini í ES.

Donald Tusk heitir tí á grannalondini hjá Týsklandi, um at seta seg saman at umrøða støðuna, skrivar enska avísin The Guardian.

Serliga leggur Tusk dent á, at tað als ikki kann góðtakast, at land hansara nú skal taka støðu til allar teir tilflytarar, Týskland kann væntast at fara at vísa frá sær, tá ið teir koma úr Póllandi til týska markið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136