HSF flytur í Tjarnir

HSF flytur í Tjarnir
Nú er komið endaliga upp á pláss, at Hondbóltssambandið flytur alt sítt virksemi í nýggj høli í stórhøllini Tjarnir, sum verður liðug síðst í januar mánaði.
Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, sum altso síðst í januar mánaði kann flyta inn í spildurnýggj høli í stórhøllini Tjarnir, sum tá er liðug.
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
21.09.2024 - 17:48

Síðani ÍSF-húsið varð rivið niður fyri fýra árum síðani, tí pláss skuldi gerast fyri langhylinum í Havn, hevur Hondbóltssambandið húsast á Frúutrøð.

Men tær umstøðurnar hava ikki verið meira enn næstbest, so tí kemur tað væl við, at hóskandi umstøður í allar mátar fáast til alsamt vaksandi virksemið í hondbóltinum.

- Tað, sum hondbóltsfólkini kanska gleða seg mest til, er sjálv høllin og karmarnir um teir dystir, ið har fara at verða spældir, sigur Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum.

- Serliga til landsliðsvirksemið kemur væl við at fáa nýggjar og størri umstøður, ið eisini geva fleiri fólkum møguleikan at síggja og uppliva altjóða hondbólt í Føroyum.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Andrass Thomsen:

2024-09-21-Andrass-Thomsen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204