Barsilsgjaldið skal fylgja prís- og lønarvøkstri og soleiðis hækka

Barsilsgjaldið skal fylgja prís- og lønarvøkstri og soleiðis hækka
Hámarksútgjaldið hjá Barsilsskipanini skal javnast hvørt ár samsvarandi prís- og lønarvøkstri, sigur Fólkaflokkurin
Barsilsgjald skal javnast hvørt ár, sigur Fólkaflokkurin.
 
26.09.2024 - 06:13

Hámarksútgjaldið hjá Barsilsskipanini skal javnast hvørt ár samsvarandi prís- og lønarvøkstri.

Hon skal javnast fyrstu ferð 1. januar 2025.

Javningarprosentið í ár er 3,8.

Tað er uppskotið hjá Fólkaflokkinum, sum kom í tingið í gjár.

Flokkurin heldur ikki, at neyðugt er at hækka inngjaldið, hóast útgjaldið hækkar. 

Í kunngerð hevur landsstýrisfólkið loyvi til at broyta hámarksútgjaldið, so tað samsvarar lønargongdini.

Men hendan heimildin er ongantíð brúkt. 

Við hesum uppskotinum verður sett í barsilslógina, at útgjaldið skal javnast á hvørjum ári, og tí er verandi heimild ikki neyðug longur og verður strikað, sigur Fólkaflokkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655