ICES mælir til at minka makrelkvotuna niður í 577.000 tons næsta ár

ICES mælir til at minka makrelkvotuna niður í 577.000 tons næsta ár
Mælt verður eisini til at minka fiskiskapin eftir svartkjafti, men norðhavssildin tolir størri veiðu, heldur ICES
Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014, og stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin helst stavar frá ovurfiskiskapi og minking í tilgongdini, sigur ICES.
 
30.09.2024 - 15:04

ICES mælir til at lækka mest loyvdu veiðu av makreli næsta ár, men at hækka tilmælið fyri norðhavssild, skrivar Havstovan.

Mælt verður til, at heildarveiðan av makreli í 2025 verður 577.000 tons, sum eru 22 prosent minni enn í ár.

Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014, og stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin helst stavar frá ovurfiskiskapi og minking í tilgongdini.

 

ICES mælir til at fiska í mesta lagi 1,4 milliónir tons av svartkjafti næsta ár. (Mynd: Havstovan)

 

Eisini svartkjaftin

ICES mælir eisini til at minka heildarveiðuna eftir svartkjafti.

Tilmælið er 1,4 milliónir tons, sum eru 5,4 prosent minni enn tilmælið í ár.

Árgangirnir av svartkjafti í 2022 og 2023 verða mettir at vera undir miðal, og tí kann væntast, at gýtingarstovnurin minkar næstu árini. Bulurin í fiskiskapinum nú er góður árgangirnar í 2020 og 2021.

 

Stovnurin av norðhavssild er betri fyri og tolir størri veiðu.

 

402.000 av norðhavssild

ICES heldur hinvegin, at ráðiligt er at hækka tilmælið fyri norðhavssild 3,3 prosent, upp í 402.000 tons í 2025.

Gýtingar­stovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at hann kvinkaði eitt vet uppeftir í 2020 og 2021. Gýtingar­stovnurin er tó minkaður aftur í fjør og í ár, og væntast eisini at minka næsta ár.

Tó kann ein glotti vera at hóma, tí tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini næstu árini, sigur ICES.

 

 

Av tí at ósemja hevur verið millum londini um fiskiskapin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini, hevur fiskiskapurin var 30-45 prosent størri enn ráðgevingin hjá ICES hevur mælt til.

Í ár minkaði ovveiðan av sild og svartkjafti umleið 10 prosent. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Fríggjadag 20. desember
RagnarRokk:Kári Haraldsson um Múr
185412
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318