Á Breddanum: Fleiri tilfeingisgjøld á fíggjarlógina enn í Búskapargrunnin

Á Breddanum: Fleiri tilfeingisgjøld á fíggjarlógina enn í Búskapargrunnin
Sendingin varpar ljós á fíggjarlógaruppskotið, sum var lagt fram í gjár, og Ruth Vang, landsstýriskvinna, verður í útvarpsstovuni
Ruth Vang, landsstýriskvinna, legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 fram í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2024 - 08:45

Markið fyri, hvussu nógv verður flutt beint á fíggjarlógina frá tilfeingisvinnunum, hækkar 200 milliónir krónur næsta ár.

Tað ætlar Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og tað sæst eisini í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025, sum hon legði fram í gjár.

Uppskot er farið í løgtingið um at broyta lógina um Búskapargrunnin, so markið fyri, hvussu nógv fer í landskassan, verður hækkað úr 150 milliónum í alivinnuni upp í 250 milliónir, og úr 250 milliónum í fiskivinnuni upp í 350 milliónir krónur. 

Tað merkir at 200 milliónir meiri koma á fíggjarlógina í staðin fyri at fara í Búskapargrunnin. Tað er peningur, sum annars hevði verið brúktar at javna við í sjey ár. Milliónir, sum fáa úrslitið at síggja munandi betur út, enn tað annars hevði gjørt.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum kemur í Breddan.

Í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744