Varðhaldsfongslingin av Paul Watson enn einaferð longd

Varðhaldsfongslingin av Paul Watson enn einaferð longd
Hesa ferð er varðhaldsfongslingin longd fram til 23. oktober
Varðhaldsfongslingin av Paul Watson er nú longd fram til 23. oktober
 
02.10.2024 - 12:40

Ákæruvaldið í Grønlandi vil framvegis hava Paul Watson varðhaldsfongslaðan, hóast tað kom fram undir rættarfundinum í morgun, at kanningin hjá Grønlands Politi í málinum er liðug, skrivar Sermitsiaq.

Verjin fanst hvassliga at rættinum, sum enn einaferð hevur longt varðhaldsfongslingina hjá Paul Watson.

Verjin slapp heldur ikki at leggja bevísir fram, sum, sambært verjanum, vísir, at Paul Watson ikki hevur sett lív og heilsu í vanda hjá japanskum hvalaveiðumonnum.

Men dómarin noktaði hesum, og valdi at leingja varðhaldsfongslingina fram til 23. oktober.

Sambært Sermitsiaq, so fer verjin aftur at kæra úrskurðin til Landsrættin í Grønlandi.

Paul Watson hevur verið í varðhaldi í Nuuk síðan 21. juli, tá hann varð handtikin av Grønlands Politi.

Japan vil hava Danmark at útflýggja hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342