Framfýsin, familjukærur fyriskipari

Framfýsin, familjukærur fyriskipari
VIKUGESTURIN: Solby Christiansdóttir, samskipari av Betri Oyggjaleikum 2027, elskar at leggja til rættis. Men lívið hevur lært hana, at alt ikki kann skipast.
 
05.10.2024 - 10:14

Ætlanin var greið. Hon skuldi í bankalæru í Norðoya Sparikassa, búgva og arbeiða í Klaksvík. 

Men lívið letur seg ikki altíð skipa, og dreymurin um bankaarbeiðið varð av ongum, tá Solby Christiansdóttir fekk starv á norðoyaredaktiónini hjá Sosialinum. Hon bleiv bitin av journalistikkinum, og endaði við at lesa journalistikk á Journalistháskúlanum í Århus: 

- Eg hevði ein dreym og eina greiða ætlan, men tá eg at enda fekk eitt læruplássi í Norðoya Sparikassa í boði, var eg vorðin so hugtikin av journalistiska arbeiðnum, at eg takkaði nei, minnist Solby aftur á. 

Hon bleiv útbúgvin journalistur frá journalistháskúlanum í Århus í januar 2009, og hevur arbeitt í Kringvarpi Føroya síðani, har hon hevur havt nógvar ymsar uppgávur.

 

Skal samskipa Oyggjaleikir

Betri Oyggjaleikir verða í Føroyum í døgunum 3.- 9. juli 2027 - um tvey ár. Ein sera stór ítróttarhending, sum Føroyar bert hava verið vertir fyri eina ferð fyrr í 1989.

Solby dámar sera væl at skipa fyri, og samstundis elskar hon ítrótt persónliga og fakliga, og tí søkti hon starvið sum samskipari av Oyggjaleikum 2027:

- Eg hugsaði, at hetta er ein møguleiki, sum eg bert fái eina ferð í lívinum, so eg gjørdi av at søkja, sigur Solby. 

Ítróttur hevur fylgt nógv í lívinum og familjuni hjá Solby. Pápi Solby var við at seta Fótbóltssambandið á stovn og var fyrsti forseti í FSF. Í starvinum sum samskipari av Oyggjaleikum ganga áhugamál og førleikarnir tí væl hond í hond: 

- Eg havi altíð elskað at hugt at ítrótti, pápi mín hevur fingist nógv við fyrisitingarliga partin, beiggi mín hevur svomið á høgum stigi, systir mín hevur róð kapp, og eg havi verið róðurskvinna. So starvið liggur hjartanum nær, vísur Solby á.

 

Framfýsin, familjukærur fyriskipari

Um Solby skal lýsa seg sjálva er hon brá - kanska í so fort onkuntíð, avgjørd og so arbeiðir hon væl undir trýsti. 

Hetta eru eginleikar, ið starvsfelagin Armgarð Arge og vinkonan Joan Heinesen taka undir við, tí tær vísa á, at Solby væl torir at siga sína meining, og kann vera rættiliga avgjørd, og so er hon eisini brá og dámar, at skil er á tingunum. Tað sæst millum annað aftur við tað, at Solby hevur havt um hendi skipanina Farmerswife í Kringvarpi Føroyar, har hon hevur hildið skil á arbeiðstíð, yvirtíð og frítíð hjá øllum starvsfólkum í Kringvarpinum. Men hóast Solby elskar regglur og greiðar mannagongdir, og heldur, at tað er sera týdningarmikið, so hevur lívið eisini lært hana, at alt ikki kann skipast:

- Lívið hevur givið mær nógv gott, og eisini nakrar frammaná, og tað hevur mint meg á, at tað riggar ikki altíð at hava regglur. Onkuntíð má mann taka tingini, sum tey koma, fáa tað frægasta burturúr, og góðtaka, at mann ikki fær svar uppá allar spurningar, vísur Solby á.

Ein spurning, sum Solby hevur roynt at funnið svar uppá, lýsir hon í bókini "Gloymdur" frá 2019.  Bókin er ein fiktiónsbók, men byggir á veruligar hendingar um pápan, sum bleiv sjúkur og andaðist. Í bókini verður spurningur settur við, hvussu tað kann bera til, at eitt mistak í sjúkrahúsverkinum elvir til deyða, og hvør hevur ábyrgdina? 

- Høvuðspersónurin í bókini fær svar uppá sínar spurningar, men eg má bara góðtaka, at eg havi ikki fingið svar uppá mínar persónligu spurningar, sigur Solby.

 

Klaksvíksdama í Havn

Solby er 47 ár, fødd og uppvaksin í Klaksvík, og er sera heimkær. Men í 2018 flutti hon til Havnar saman við unnustanum Leivur Frederiksen, ið er úr Havn og eisini kendur úr Kringvarpinum. Hon trívist væl í Havn, men hevur enn stórt tilknýti til Klaksvíkar: 

- Hóast eg havi búð í Havn saman við manninum Leivi síðani 2018, so leingist eg ofta "heim" til Klaksvíkar. Men eri ofta í Klaksvík og eri millum annað sjálvboðin í KÍ, og tað gevur mær sera nógv, sigur hon.

Solby er eisini sera familjukær, hevur tveir vaksnar synir, og bleiv omma fyri 9 mánaðum síðani. Og um nakað, so kunnu tey nærmastu fáa hjarta hjá Solby at blotna:

- Familjan hevur alt at siga, og nú skilji eg, hvat pápi mín meinti við, tá hann kallaði míni børn fyri lívsins dessert. Tí tað at blíva omma er heilt fantastiskt, vísur Solby á. 

 

 Lurtið erftir samrøðuni við Solby Christiansdóttir

 

1700720

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Fríggjadag 20. desember
RagnarRokk:Kári Haraldsson um Múr
185412
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318