- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flestu kommunurnar hava latið inn ferðavinnuætlanir

Sekstan kommunur hava sent Vinnumálaráðnum uppskot um ferðavinnuætlanir, og fýra kommunur eru á veg at lata síni uppskot inn. Eitt nú hevur Klaksvíkar kommuna sítt uppskot til hoyringar í løtuni.
Men bæði Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna hava latið Vinnumálaráðnum fleiri ferðavinnuætlanir, tí báðar kommunurnar hava fleiri bygdir. Tilsamans hevur Vinnumálaráðið tí fingið 30 ferðavinnuætlanir, upplýsir Oyvindur av Skarði, fulltrúi.
Kommunurnar skuldu lata inn síni uppskot um ferðavinnuætlanir um ársskiftið. Tá komu nógv uppskot, og síðani eru tey komin so við og við. Ferðavinnuætlanirnar eru ein liður í nýggju lógini um burðardygga ferðavinnu.
Hóast ferðavinnuætlanirnar enn ikki eru endaliga góðkendar, arbeiðir ferðavinnan kring landið eftir nýggju lógini. Til dømis verður arbeitt við gjøldum frá ferðafólki og ferðabólkum, sum vitja tey ymisku støðini.
Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at styrkja lokala sjálvræðið í ferðavinnuni. Sambært lógini skulu økini og kommunurnar sum myndugleikar sjálvar avgera, hvørjar avmarkingar skulu gerast fyri at verja náttúru, mentan og trivnað. Hetta verður ásett í ferðavinnuætlanunum, sum Vinnumálaráðið skal góðkenna.
Ætlanirnar eru gjørdar eftir einum leisti, sum Vinnumálaráðið hevur sett upp – eitt nú um nýggjar gøtur, skilhald og annað. Eisini hava kommunurnar havt fleiri partar við í tilgongdini, eitt nú bøndur og fólk í ferðavinnuni. Í fleiri kommunum hava eisini verið borgarafundir.
Aðalráðið hevur arbeitt við at góðkenna uppskotini. Tað er í summum førum gjørt í samráð við aðrar myndugleikar, eitt nú Umhvørvisstovuna, tá talan er um gøtur, og Tjóðsavnið, tá talan er um fornminni, vísir Oyvindur av Skarði á.
Allar ferðavinnuætlanirnar verða góðkendar, summar tó við onkrum tillagingum.
Í sambandi við arbeiðið at gera ferðavinnuætlanirnar hava umboð fyri Vinnumálaráðið og Visit Faroe Islands vitjað kommunurnar og hjálpt teimum, har tørvur hevur verið á tí.
Hóast ferðavinnuætlanirnar eru latnar inn, arbeiða kommunur, sum hava størri ætlanir, framvegis við teimum.
Lógin um burðardygga ferðavinnu, eins og kunngerðin um ferðavinnuætlanir og handilsliga ferðavinnu, komu í gildi í fjør.
























