Línufiskað hýsa uttan MSC-góðkenning fær betri prís enn MSC-góðkenda hýsan

Línufiskað hýsa uttan MSC-góðkenning fær betri prís enn MSC-góðkenda hýsan
Teir, sum keypa hýsu, spyrja ikki eftir MSC-góðkenning, staðfestir stjórin á Fiskamarknaði Føroya. Hann leggur tó dent á, at onnur viðurskifti eisini ávirka prísgongdina
Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya
Mynd: Savnsmynd  
 
24.07.2026 - 20:00

25. apríl misti føroysk hýsa, sum er fiskað við línu, sína MSC-góðkenning, tí hjáveiðan av longu í línufiskiskapinum gekk ímóti ICES-tilmælinum. Men tað hevur ikki havt við sær, at hýsan hjá línubátunum er dragnað í avreiðingarprísi. Tvørturímóti hevur hýsan uttan MSC-góðkenning havt munin á MSC-góðkendu hýsuni hjá snellubátunum. Tað vísa tøl hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum.

Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur frá keyparunum, at línufiskaða hýsan er feitari og betri enn hýsan hjá snellubátunum, sum er heldur bleyt. Næstan øll hýsan, sum fer um Fiskamarknaðin, verður seld heil av landinum, og keypararnir spyrja ikki eftir MSC-góðkenning, sigur stjórin.

Ávísir tekniskir trupulleikar vóru við innslagnum, sum bleiv sent í útvarpstíðindunum á middegi, men her ber til at lurta eftir tí røttu útgávuni:

 

1824010

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541