Ónøgd við Tórsfest: – Tit sorla handilslívið

Ónøgd við Tórsfest: – Tit sorla handilslívið
FK í Miðbýnum í Havn heitir á Tórshavnar kommunu um at broyta avbyrgingarnar og flyta tiltakið á Skálatrøð
 
24.07.2026 - 20:05

Ónøgd valdar ímillum handilsfólk og onnur, sum hava sítt virksemi í miðbýnum í Havn, tí hann so leingi er stongdur og avbyrgdur orsakað av Tórsfest, sum verður í kvøld.

FK í Miðbýnum er ein handil, har tey eru ónøgd við ógvusliga skerdu atgongdina til handilin.
Í einum opnum brævi á Facebook-vanganum, vendir FK í Miðbýnum sær til býráðið í Tórshavnar kommunu við hesi áheitan:

"Kunnu tit ikki fáa opnaðar vegirnar í Miðbýnum í morgin ári tíðliga og ikki kl. 13.
Tit "sorla" sundir alt handilslív her í Miðbýnum við, at steingja allar vegir fleiri dagar frammanundan.
Aðrar staðir, brúka tey nakrar tímar at stilla slíkar pallar upp og takað niður.
Næsta ár, flyti alt hetta út á Skálatrøð. Nógv betur umstøður fyri øll.
Annars góða ólavsøku"

Vit hava roynt at fingið orð á Elsu Berg, borgarstjóra í Havn, men hon hevði ikki stundir at tosa við okkum í dag. 

Tórsfest er eitt privat, kommersielt tiltak, og vit ætlaðu at spyrja borgarstjóran, hvørjar treytir eru fyri slíkum tiltøkum, og hvussu stór inntriv, tey sleppa at gera í lív og virksemi í býnum annars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860