- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greiðar karmar og kós fyri vitlíki
Fyrr kundi tú vænta apríl-søgur eina ferð um árið. Nú, vitlíkistíðin er yvir okkum, er tað gerandiskostur at síggja falskar myndir og villleiðandi greinar á netinum.
Millum annað hetta var borið fram á miðlaráðstevnu, sum Kringvarpið, Fjølrit og Felagið føroysk bókaforløg skipa fyri í dag.
Ein av fyrilestrarhaldarunum var Jákup Brúsá, sum er serkønur í sosialum miðlum. Hann vísti á, at fleiri lond eru farin at gera lógir fyri, hvussu vitlíki kann nýtast.
Eitt nú hevur ES samtykt AI-lóggávu í august í ár.
Her hjá okkum er sami tørvur sum aðrastaðni.
Áheitan á politikarar
Í september skrivaðu níggju føroyskir stjórar fyri stovnar og felagsskapir undir almenna áheitan á politisku myndugleikarnar, um at seta vitlíki á breddan politiskt.
Í áheitanini verður m.a. sagt, at “Vit standa fyri eini kollvelting. Mál, mentan, skúli, heilsuverk, almenn fyrisiting, fíggjargeirin og vinnan eru bara nøkur av økjunum, sum standa fyri stórum broytingum, - broytingar sum kunnu ávirka karmarnar fyri fólkaræðið í sjálvum sær.”
Hoyr samrøðu sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Jákup Brúsá, sum var gestur í útvarpsstovuni: