Kvinnur vísa áhuga fyri politikki á øðrvísi hátt enn menn

Kvinnur vísa áhuga fyri politikki á øðrvísi hátt enn menn
"Kvinnur eru politiskt virknar aðrastaðni og á ein annan hátt enn menn," sigur stjórnmálafrøðingur, nú kanning vísir, at færri kvinnur enn menn eru virknar í politikki
Kvinnur á odda fyri mótmælisgonguni til framan fyri "Black Lives Matter"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
15.10.2024 - 11:20

Ein nýggj kanning hjá Demokratia vísir, at færri kvinnur enn menn eru virknar í politikki og halda seg til enn menn. 

Hetta verður staðfest undir yvirskriftini "Kvinnur mangla demokratiskt sjálvsálit".

Men myndin er ikki so svørt og hvít, sigur Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur, tí hóast færri kvinnur enn menn eru virknar í politikki, merkir hetta ikki, at kvinnur als ikki blanda seg upp í politikk.

"Kvinnur vísa sín áhuga fyri politikki upp á aðrar mátar, enn menn gera."

 

Kvinnur eru politiskt virknar

Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur, vísir á, at um mann hyggur út yvir landslagið, so eru kvinnur politiskt virknar, men tað er bara aðrastaðni, enn menninir eru tað.

Hetta sæst eisini aftur í kanningini hjá Demokratia, ið vísir, at kvinnunar eru framman fyri menninar á trimum økjum.

  1. Fleiri kvinnur enn menn siga seg hava skrivað undir undirskriftainnsavning seinastu 12 mánaðarnar. Fimm prosent fleiri enn menninir.

  2. Fleiri kvinnur enn menn siga seg hava keypt ella frávalt ávísar vørur av politiskum, umhvørvisligum ella etiskum orsøkum seinasta árið. Fimm prosent fleiri enn menninir.

  3. Og fleiri kvinnur enn menn siga seg hava luttikið í mótmælistiltøkum í hesum tíðarskeiði. Her er munurin ikki stórur, eitt prosent.

Súsanna Olsen er sjálv virkin í politikki. Hon er býráðslimur og stillar eisini upp til komandi val.


Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Demokratiskur dovinskapur 

Hóast kvinnur ikki halda seg til í sama mun ella á sama hátt sum menn, tá tað snýr seg um politikk, eru tað fleiri av báðum kynum, sum í kanningini hava svarað, at tey ikki hava luttikið í nøkrum politiskum virksemi seinasta árið.

Politiska fjarstøðan ger seg tí ikki bert galdandi millum kvinnnur, men eyðkennir almenningin sum heild, heldur Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur. 

"Føroyingar eru generelt demokratiskt dovnir. Teir fara á val, men annars luttaka teir ikki nakað serligt í politikki," staðfestir Súsanna Olsen.

 

"Føroyingar eru generelt demokratiskt dovnir"

Súsanna Olsen, stórnmálafrøðingur

 

Ymiskar fortreytir  eru galdandi

Tó eru fortreytir, sum ávirka møguleikarnar at bjóða seg fram í politikki. Og hetta rakar ikki kynini á sama hátt.

Politikkur er nevniliga eisini ein pengaspurningur, sigur Súsanna Olsen.

Tað kostar at vera í politikki, og sambært Súsonnu Olsen kann hetta serliga raka kvinnur, tí tær ofta fáa minni í løn enn menn.


Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Tað hjálpir at tosa um politikk

Tey, sum tosa um politikk, eru eisini ofta meiri politisk virkin, greiðir Súsanna Olsen frá, og tað er galdandi fyri bæði kynini.

Og tíbetur sær mann eitt rák, har konufólk eru meira virkin í politikki - bara ikki kommunalpolitikki og landspolitikki.

Um fleiri ungar kvinnur við smáum børnum skulu vera virknar í kommunalpolitikki og landspolitikki, má makin taka ábyrgd heima, sigur Súsanna Olsen.

- Tað krevur, at hin helvtin, sum eigur børnini, eisni tekur ábyrgd, og er um børnini, meðan kvinnan er í politikki. Tað er heilt vanligt samstarv í familjum. 
 

demokratia2_innslag_1400

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. oktober
Mono - Føroysk táttayrking (1:5)
182095
Týsdag 15. oktober
Tíðarrák (1:5)
182052
Týsdag 15. oktober
Morgunlestur týsdagur 15. oktober 2024
181964
Mánadag 14. oktober
Við Tórði á túri á Eydnufestivali
182054
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182100
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
182087
Mánadag 14. oktober
3-2 (14. oktober 2024)
182075
Sunnudag 13. oktober
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
182009