Val í Litava: Fólkið vil hava broytingar

Val í Litava: Fólkið vil hava broytingar
Príshækkingar, tilflytarar og trygd við markið við Belarus og Russland upptekur litavar hetta valskeiðið
Ein kvinna atkvøður til valið í Litava 13. oktober 2024
Mynd: Petras Malukas/AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.10.2024 - 11:07

Í dag er valdagur í Litava, og veljararnir vilja hava broytingar. Tað skrivar DR. 

Serliga hava príshækkingarnar, sum vit eisini hava merkt her heima, upptikið fólkið undir valstríðnum. 

Valið hevur eisini snúð seg um nógvu tilflytararnar og tryggleikan í landinum við markið til Belarus og russiska býin Kaliningrad. 

Hóast fýra ár eru liðin síðani corona var uppá sítt hægsta, er handfaringin av corona enn eitt evni, sum upptekur litavar hetta valskeiðið.

Fólkið hevur ikki verið nøgt við handfaringina av corona í 2020. Trupult var hjá fyritøkum at fáa hjálp, og nógvir íbúgvar í landinum høvdu ikki atgongd til heilsuverksskipanina undir farsóttini.

141 limir skulu veljast inn í nýggja tjóðartingið í dag. 

Nærum 2,4 milliónir litavar hava valrætt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392