Frískúlin í Havn verður avtikin

Frískúlin í Havn verður avtikin
Eykaaðalfundur var í gjár, og har varð samtykt at niðurleggja Frískúlan í Havn. – Tilgongdin at taka skúlan av byrjar nú, sigur Búgvi Dalsgarð, stýrisformaður í Frískúlanum
Myndin er frá 2020, meðan enn nógv virksemi var í Frískúlanum í Havn, men nú eru eingir næmingar eftir í skúlanum, sum hevði sín heimstað á Velbastað
Mynd: Frískúlin í Havn  
 
22.10.2024 - 16:30

– Eg harmist, at vit eru komin hertil, at skúlin má avtakast, men tað var neyðugt at taka ábyrgd og viðurkenna, at skúlin ikki longur hevur lív lagað.

Tað sigur stýrisformaðurin í Frískúlanum í Havn, Búgvi Dalsgarð, nú tað var einmælt samtykt á eykaaðalfundi í gjárkvøldið at avtaka skúlan.

Tað var í august í 2007, at Frískúlin í Havn byrjaði sítt virksemi, tá Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard fingu grønt ljós at fara undir frískúlavirksemi. 

Frískúlin keypti gamla barnagarðin á Velbastað frá Tórshavnar kommunu fyri 1,8 milliónir krónur, og 20 børn byrjaðu í 1. og 2. flokki í frískúlanum tá, men nú – 17 ár seinni – endar hetta tíðarskeiðið. 

– Vit hava kunnað viðkomandi myndugleikar um niðurstøðuna á eykaaðalfundinum, so tilgongdin at taka skúlan av byrjar nú, sigur stýrisformaðurin.

Frískúlin í Havn er ein sjálvsognarstovnur, og í viðtøkunum fyri Frískúlan stendur, at um nakað er eftir, tá ið ogn og skuld eru uppgjørdar, so skal tað latast til listarligt ungdómsarbeiði í Tórshavnar kommunu.

Skúlagongd var fram til heystfrítíðina, men einki virksemi er í skúlanum nú.

Búgvi Dalsgarð sigur, at undirtøkan fyri frískúlanum hevur verið dalandi seinnu árini, men síðan tíðindini um støðuna á skúlanum og ætlanina at taka skúlan av bórust, so var stór frágongd av næmingum, sum nú eru skrivað inn í øðrum skúlum í Tórshavnar kommunu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Mikudag 20. november
Morgunlestur mikudagur 20.november 2024
183770
Mikudag 20. november
LEITISSTEIN 19.11.2024 (Silvurdrongur)
183877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749