Ástaðarfundur um Tjørnuvíkartunnilin

Ástaðarfundur um Tjørnuvíkartunnilin
Eigarar, brúkarar ella onnur, sum hava rættindi, kunnu koma á fundin
Tjørnuvíkartunnilin verður gjørdur millum Haldórsvík og Tjørnuvík, og ætlanin er at fara undir arbeiðið í 2025.
 
23.10.2024 - 09:27

Ástaðarfundur verður við bygdarhúsið í Tjørnuvík hósdagin í næstu viku.

Til viðgerðar er umsókn frá Landverki um loyvi at gera tunnil millum Haldórsvík og Tjørnuvík. At gera atkomuveg báðumegin tunnilin, og arbeiðspláss við tunnilsmunnan í Haldórsvík.

Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, hevur vegna náttúrufriðingarnevndina boðað til fundar.

Eigarar, brúkarar ella onnur, sum hava rættindi, kunnu koma á fundin.

Ella tey kunnu lata inn síni sjónarmið skrivliga, sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.

Tey, sum hava fingið fundarboð, og ikki koma á fundin, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu um málið.

Umrøðan skal í seinasta lagi vera sýslumanninum í hendi fundardagin, sum er í hósdagin í næstu viku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688