Spreinging við flogverksmiðju í Turkalandi

Spreinging við flogverksmiðju í Turkalandi
Ógreitt er, hvussu nógv hava latið lív ella eru særd
Løgregla og sjúkrabilar uttan fyri bygningin, har spreingingin var seinnapartin.
Mynd: AP/Ritzau Scanpix  
 
23.10.2024 - 15:09

Ein spreinging var seinnapartin við bygningin hjá flog- og verjuídnaðinum í turkiska høvuðsstaðnum Ankara.

Turkiski innanríkisráðharrin, Ali Yerlikaya, upplýsir, at fleiri hava latið lív ella eru særd.

Hann skrivar á miðlinum X, at spreingingin líkist einari yvirgangsatsókn.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv eru deyð ella eru særd. 

Spreingingin var við høvuðsskrivstovuna hjá flog- og verjuídnaðinum, umleið 40 kilometrar uttan fyri Ankara.

Almenna turkiska tíðindastovan skrivar, at bjargingarlið eru farin á staðið.

Reuters skrivar, at talan er um týdningarmestu fyritøkuna, tá ið ræður um verju og loftferðslu í Turkalandi.

Verksmiðjan ger m.a. stríðsflogfør.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454