Nú eru tær ikki dulnevndar longur

Nú eru tær ikki dulnevndar longur
Fyrstu árini vildu kvinnur við eymum søgum ikki leggja navn til, tá tær greiddu frá í Kvinnu, men soleiðis er ikki longur, nú blaðið hevur verið til í 20 ár
 
28.10.2024 - 13:23
1704907

- Tað var ein serstøk kensla, sum var løtt og glað, sigur Lena Lindenskov Mohr um løtuna, tá hon stóð við fyrsta Kvinnublaðnum í hondini fyri 20 árum síðan. Hon, saman við hinum á Kvinnu, høvdu arbeitt í tvey ár við hugskotinum at gera eitt blað til føroysku kvinnuna við søgum um føroyskar kvinnur og við myndum av føroyskum kvinnum í klæðum, sum kundu keypast í føroyskum handlum.

Ongantíð ivaðust tey í, at hetta fór at ganga, greiðir Lena frá, tí føroyskar kvinnur keyptu nógv fleiri vikubløð enn danskar kvinnur, so hví skuldi tað ikki latið seg gera at selja eitt blað, sum kanska var meira viðkomandi.

- Høvuðsorsøkin til at vit byrjaðu at arbeiða við Kvinnu var, at kvinnur vóru so ósjónligar í Føroyum. Tær vóru næstan ikki til at síggja og hoyra í miðlunum, fáar kvinnur vóru í politikki og á ovastu rók í vinnulívinum, so har vóru fáar kvinnur at spegla sær í, greiðir Lena frá og leggur afturat, at virðingin fyri kvinnum og teirra førleikum var lítil, og tí vóru ikki nógvar, ið traðkaðu fram.

Blaðstjóri í dag er Tóra Effersøe Mortensen, og hon kann vátta, at nógv er hent síðan 2004, tá Kvinna kom út á fyrsta sinni. Til dømis eru 153 kvinnubløð komin út, og tað merkir, at 153 kvinnur hava verið á forsíðuni til aðrar at spegla sær í, fyri ikki at tala um allar søgurnar og lagnurnar, ið til ber at lesa um í blaðnum.

Fyrstu tíðina vóru nógvar, ið fegnar vildu siga sína søgu, men tær vildu ikki, at navn teirra skuldi koma fram, tí tær vildu ikki hava, at fólk tosaðu um tær. Hetta kemur nærum ikki fyri longur, sigur Tóra og leggur afturat, at tey seks árini hon hevur verið blaðstjóri, hevur bara ein kvinna verið dulnevnd.

Hoyr longri samrøðu við blaðstjórarnar báðar her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472