Føroysku menninir taptu aftur fyri Estlandi

Føroysku menninir taptu aftur fyri Estlandi
Tony Varjund skoraði sigursmálið fyri Estland, sum skal spæla finalu týsdagin, meðan Føroyar má taka til takkar við bronsudaysti
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
06.06.2026 - 19:38

Føroysku fótbóltsmenninir vóru næstbest í Baltic Cup-hálvfinaluni ímóti Estlandi, sum vertirnir vunnu við einum máli.

Tað var Tony Varjund, sum skoraði sigursmálið fyri estar, tá 66 minuttir vóru spældir í seinnapartssólini í Pärnu, og ringa gongdin ímóti Estlandi helt sostatt fram.

Estar hava nevniliga vunnið seks av níggju landsdystum ímóti Føroyum, sum hava vunnið tvær ferðir, meðan ein dagur er endaður við javnleiki.

Í fyrra hálvleiki vóru vertirnir omaná, og høvdu einstakar góðar kjansir. Í hinum endanum var Árni Frederiksberg nær við at lumpa málverjarn við einum skoti úr 40 metrum, men bólturin fór omanfyri.

Eftir steðgin skoraði Tony Varjund, tá hann varð stungin afturum føroysku verjuna og lumpaði Gunnar Vatnhamar við eini skotfintu. 

Føroyingarnir royndu at svara aftur, og høvdu eisini nakrar vandamiklar støður; tó uttan at spæla seg til heilt stóru kjansirnar.

Týsdagin verður bronsudysturin á skránni ímóti Lettlandi, sum tapti sína hálvfinalu fyri Litava eftir brotssparkskapping.

 

Ranna Stadion, Pärnu (Baltic Cup, hálvfinala)

Estland - Føroyar, 1-0 (0-0)

1-0 Tony Varjund, 66 min.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028