Flogbóltsmenninir løgdu væl frá landi í Norðurírlandi

Flogbóltsmenninir løgdu væl frá landi í Norðurírlandi
Føroysku flogbóltsmenninir vunnu tryggan sigur á Norðurírlandi í fyrsta dystinum í SCA-kappingini, sum verður spæld hetta vikuskiftið
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
05.06.2026 - 23:53

Í SCA-kappingini, sum um vikuskiftið er í Norðurírlandi, vann A-landsliðið hjá monnum 3-1 á vertunum úr Norðurírlandi.

Føroyar vunnu fyrsta settið sannførandi 25-15, men eftir at hava verið frammanfyri 15-11 í øðrum setti, kom stígur í hjá Føroyum, og Norðurírland javnaði til 16-16 og vann síðan 25-20.

Føroyar svaraðu tó aftur og vunnu lættliga triðja og fjórða sett 25-15 og 25-14.

Leygardagin á middegi spæla Føroyar ímóti hinum liðnum í bólkinum, Írlandi. Seinni sama dag verða hálvfinalurnar spældar. Við sigrinum í dag hava Føroyar góðan møguleika at koma í hálvfinaluna. Um so verður, verður mótstøðuliðið eitt av teimum trimum liðunum í hinum bólkinum, sum er mannaður við Liktinstein, San Marino og Skotlandi. 

Leinki til stroyming frá kappingni er at finna á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum, fbf.fo.

 

SCA-kapping, Norðurírland

Norðurírland – Føroyar 1-3 (15-25, 25-20, 15-25, 14-25)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542