Gera heimsins størsta fóðurflaka til Bakkafrost

Gera heimsins størsta fóðurflaka til Bakkafrost
Tað hevur vakt ans, at føroysk fyritøka hættar sær undir at gera so stóran fóðurflaka
Fóðurflakin tekur 1.100 tons av fóðri og hevur 24 fóðurlinjur.
 
30.10.2024 - 18:05

Føroyska fyritøkan GroAqua er farin í holt við at gera heimsins størsta fóðurflaka, sum skal latast eini aðrari føroyskari fyritøku, Bakkafrost.

At ein føroysk fyritøka hættar sær at undir at gera so stórar fóðurflakar, sum bæði í tøkni og stødd eru slóðbrótandi, hevur vakt ans uttanlands.

 

Á myndini eru Oddvald Olsen og Jón Purkhús, sum eru alileiðarar hjá Bakkafrosti, og Ólavur Thomsen og Daniel Obradovic hjá GroAqua í Føroyum.

 

Tilsamans er talan um tveir stórar fóðurflakar, og Suni Justinussen, stjóri í GroAqua, sigur, at tey hava arbeitt við hesi ætlan í eina tíð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30102024_Suni_Justinussen

 

Eitt dótturfelag hjá GroAqua í Polandi stendur fyri byggingini av teimum báðum fóðurflakunum saman við starvsfólkum hjá fyritøkuni í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949