Á Breddanum: Norðurlandaráðið og amerikanska forsetavalið

Á Breddanum: Norðurlandaráðið og amerikanska forsetavalið
Tveir fyrrverandi løgmenn koma í útvarpsstovuna at skifta orð um føroyska leiklutin í Norðurlandaráðnum
Hesir báðir vera í Breddanum fyrrapartin.
 
01.11.2024 - 09:33

Føroyar og Grønland vilja hava sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men um tað verður veruleiki, vita vit ikki fyrr enn í fyrsta lagi í 2026.

Tað gjørdist greitt eftir ársfundin í Reykjavík, sum var í vikuni.

Í dag spyrja vit, hvønn leiklut Føroyar hava í Norðurlandaráðnum. Tveir fyrrverandi løgmenn, Kaj Leo Holm Johannesen og Jóannes Eidesgaard,  koma í útvarpsstovuna.

Um fýra dagar verður avgjørt, um tað verður Kamala Harris ella Donald Trump, sum verður forseti í USA.

Seinni í sendingini tosa vit við stjórnmálafrøðing um amerikanska valið. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744