Tveir deyðir á sjónum í ár

Tveir deyðir á sjónum í ár
Í dag er allahalgannadagur, sum eisini er minningardagur teirra sjólátnu
Minningardagur teirra sjólátnu er í dag, og skipað verður fyri minningarhaldi kring landið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2024 - 07:55

Allahalgannadagur er í dag, har vit minnast tey, ið sjólótust.

Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin tvey mannalív, tá ið frystilínuskipið Kambur sakk einar 17 fjórðingar í útsynning úr Akrabergi 6. februar í ár.

Hesir vóru:

- Bjarni Bisp, 57 ára gamal. Hann var ættaður av Argjum og búsitandi í Hoyvík.

og Heine Thorsteinsson, 47 ára gamal. Hann var ættaður úr Vági og búsitandi í Vági.

Tað skrivar folkakirkjan.fo.

Den Maritime Havarikommission kannar framvegis, hví Kambur sakk.

 

Minningarhald kring landið

Minningarhald verða hildin kring alt landið. 

Almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, sum eru deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Havn seinnapartin kl. 2. Sjómansmissiónin skipar fyri.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur røðu, og Bergur D. Joensen, prestur, hevur andaktina.

Í kvøld verður gudstænasta í Dómkirkjuni, sum fylgir almenna minningarhaldinum. Útvarpið sendir gudstænastuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435