- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyðun kunnger sínar mans
Mánadagin fyrrapart fer Eyðun Klakstein, sum tók við sum venjari hjá A-landsliðnum í fótbólti, tá Håkan Ericson varð uppsagdur, at kunngera sín fyrsta hóp.
Á skránni í næstum eru Nations League-dystirnir ímóti Armenia og Norðurmakedónia, sum eru teir seinastu í hesi kappingini. skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Nú tvey umfør eru eftir at spæla í verandi UEFA Nations League kapping, er Norðurmakedónia fremst í bólkinum við 10 stigum. Nummar tvey og trý eru Armenia og Lettland við fýra stigum í part, meðan Føroyar eru á 4. plássi við trimum stigum.
Enda Føroyar aftastar í bólkinum verður antin niðurflytingardystur ella beinleiðis niðurflyting til deild D, so nóg mikið er at spæla fyri.
Skráin
Hósdagin 14. nov.
Kl. 17:00 Armenia – Føroyar í Jerevan
Sunnudagin 17. nov.
Kl. 14:00 Norðurmakedónia – Føroyar í Skopje