Hallur og Páll aftur á landsliðnum

Hallur og Páll aftur á landsliðnum
A-landsliðið í fótbólti við monnum líkist sær sjálvum, hóast nýggir venjarar standa fyri liðnum, men liðskiparin Hallur Hansson og áleyparin Páll Klettskarð eru við aftur
Eyðun Klakstein, fyribils A-landsliðsvenjari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2024 - 10:03

Eyðun Klakstein, fyribils landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum í fótbólti, hevur júst kunngjørt landsliðið, ið skal spæla móti Armenia og Norðurmakedónia 14. og 17. november. 

Gleðiligt er at staðfesta, at Hallur Hansson, liðskiparin, og Páll Klettskarð eru á liðnum. 

Hetta merkir eisini, at bæði Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen má víkja síni pláss millum áleypararnar. 
 

Málverjar
Teitur Matras Gestrsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (DK)

Verjuleikarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍS)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Jann Julin Benjaminsen, B36
Ási Dam, HB

Miðvallarar
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (NO)
Noah Hans Mneney, HB
Hanus Sørensen
Hallur Hansson, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (NO)
Andrian Justinussen, Hillerød Fodbold (DK)
Poul Kallsberg, Víkingur

Áleyparar
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (NO)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ

Venjari
Eyðun Klakstein

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
211364
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851