Málið um Liljuna og Erling verður viðgjørt innanhýsis í Tjóðveldi

Málið um Liljuna og Erling verður viðgjørt innanhýsis í Tjóðveldi
Liljan Weihe og Erling Eidesgaard ætlaðu at atkvøða fyri uppskotinum hjá andstøðuni um misálit, sum endaði við, at Ingilín D. Strøm legði frá sær sum landsstýriskvinna
Liljan Weihe og Erling Eidesgaard. Støða teirra í málinum um misálit á Ingilín D. Strøm verður viðgjørd innanhýsis í Tjóðveldi í næstum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2024 - 18:00

Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, er stuttorðað, tá ið hon verður spurd, um tað fær avleiðingar fyri tingfólkini, Liljuna Weihe og Erling Eidesgaard, at tey gingu ímóti floksleiðsluni, tá ið atkvøðast skuldi um misálit á Ingilín D. Strøm, táverandi landsstýriskvinnu. 

- Vit fara at viðgera hetta innanhýsis í flokkinum í næstum, sigur hon. 

 

Sirið Stenberg er nýggj forkvinna í Tjóðveldi.

 

Sirið Stenberg sigur, at tað hevði týdning, at baklandið í flokkinum gjørdi vart við seg við einum skrivi, meðan málið um misálit var viðgjørt í tinginum, og kanska var tað eisini tað, sum gjørdi, at Tjóðveldi kundi varðveita sína støðu í samgonguni, sigur hon.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04112024_Sirið

 

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi,  hevur onga viðmerking til málið.

Hon vísir á, at Tjóðveldi hevur havt floksting, og at tey júst eru farin til arbeiðis aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659