Trump loyvir bíligum dieseli á almennum vegum

Trump loyvir bíligum dieseli á almennum vegum
Einki avgjald er vanliga á reyðum dieseli, sum er ætlað til landbúnaðarmaskinur og aðra útgerð
Donald Trump, forseti, hevur givið loyvi til, at akfør á almennum vegum kunnu nýtt reytt diesel sum brennievni.
Mynd: Saul Loeb/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.10.2026 - 09:09

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur skrivað undir fyriskipan, sum skal loyva nýtslu av sonevndum reyðum dieseli á almennum vegum.

Einki avgjald er vanliga á hesum slagi av dieseli, sum er ætlað til landbúnaðarmaskinur og aðra útgerð, sum ikki verður brúkt á vegnum.

Trump boðaði frá hesum á veljarafundi í Nebraska og viðgekk á pallinum, at hann ongantíð hevði hoyrt um reytt diesel áður.

- Eg veit ikki, hvat fjandan tað er, men hvat tað so er, skal tað vera sera gott, segði Trump.

Trump sigur, at skipanin loyvir øllum at keypa avgjaldsfrítt reytt diesel til eitthvørt endamál.

 

Avmarkað tiltak

Men eitt faktablað hjá Hvítu Húsunum lýsir eitt heldur avmarkað tiltak. 

Fíggjarmálaráðið fær boð um at útseta innkrevjingina av avgjaldinum av slíkum dieseli, sum verður brúkt á almennum vegum, til árslok, uttan rentur ella gjøld. Samstundis fer deildin at kanna, um avgjaldið kann strikast heilt.

Avgjaldið á dieseli er 24,4 cent fyri ein gallon. Í okkara peningi vil tað vil siga, at avgjaldið er 1,63 kr. fyri 3,79 litrar av reyðum dieseli.

Ein tungur lastbilur, sum fyllir 250 gallon av reyðum dieseli í tangan, sparir við hesum umleið 60 dollarar í avgjaldi - tað eru 400 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040