Leita enn eftir saknaðum

Leita enn eftir saknaðum
Hóast vónir ikki eru um at finna nakran av teimum saknaðu á lívi eftir ógvisligu vatnflóðina í Spania, heldur leitingararbeiðið fram.
Hermenn og bjargingarfólk til arbeiðis í spanska býnum Catarroja
Mynd: Manu Fernandez/AP Photo  
 
10.11.2024 - 15:54

Framvegis eru bjargingarfólk og hermenn til staðar í spanska Valencia-landspartinum, har ógvislig vatnflóð herjaði fyri 12 døgum síðani.

Vónir eru ikki longur um at finna fleiri av teimum saknaðu á lívi, men leitingararbeiðið heldur fram, samstundis sum eitt størri uppruddingararbeiði er í gongd.

Spanska avísin El Pais skrivar, at 8.500 hermenn eru við í arbeiðinum saman við 3.000 sløkkiliðsfólkum og 10.000 politistum.

Hartil kemur, at spanska løgmálaráðið hevur sett á stovn 12 bráðfeingis skrivstovur í raktu kommununum, har fólk um dagin kunnu leita sær hjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328