Ukraina - Føroyar: Dumpaðu eftir steðgin

Ukraina - Føroyar: Dumpaðu eftir steðgin
Sigurin glapp føroysku hondbóltsmonunum av hendi í seinna hálvleiki, tá ov nógv mistøk og misnýttir málmøguleikar gjørdu, at góða leiðslan frá fyrra hálvleiki hvarv
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir iðra seg ivaleyst um, at tað ikki eydnaðist at vinna í Vilnius
Mynd: EHF  
 
10.11.2024 - 14:53

Vánaliga útivallargongdin hjá føroysku hondbóltsmonnunum helt fram í Vilnius, Litava, har Ukraina tók ímóti Føroyum í 2. umfari í EM-undankappingini. 

Føroyingarnir høvdu sigurin í egnum hondum í steðginum, men stígur kom í í seinna hálvleiki, tá mistøk, misnýttir kjansir og kaldir mótstøðumenn gjørdu, at fyrsti EM-undankappingarsigurin glapp Føroyum av hondum.

 

Frálíkir fyri steðgin

Teir hvítu misnýttu nakrar kjansir fyrstu minuttirnar, men skjótt riggaði tað mesta. Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og Hákun West av Teigum skoraðu fleiri, og tá Peter Krogh skeyt kontramál til 6-3, søgdu bæði sól og máni, at nú fór útivallarforbannilsi at verða brotið.

Føroyar komu upp á seks máls leiðslu - verjan og føroyski málverjin, Pauli Jacobsen, stóðu sera væl - men seint í fyrra hálvleiki kom Ukraina afturíaftur. Tá Óli Mittún skeyt síðsta málið fyri steðgin til 17-14, sá kortini út til, at føroyingarnir høvdu tamarhald á.

 

Mistu tamarhaldið

Frá byrjan í seinna hálvleiki gekk sera javnt á. Stundum nærkaðust Ukrainar, stundum fóru føroyingarnir eitt sindur undan. 

Tað eydnaðist Hákuni West av Teigum at skjóta Føroyar fýra mál framum, og júst ta løtuni miðskeiðis í seinna hálvleiki hómaðist fyrsti EM-útivallarsigurin av álvara. Hetta kendu venjararnir helst eisini á sær, tí teir tóku leikbrá fyri at fáa so nógv sum gjørligt burturúr yvirtalsstøðuni, sum teir høvdu nøkur sekund afturat. 

Ætlanin miseydnaðist. Hákun West av Teigum fekk møguleikan av mestsum deðyum vinkli, og tá er torført at skora - sjálvt hjá frálíka Füchse Berlin-vonginum. Nú tevjaði heimaliðið blóð, og teir gulu revsaði mestsum hvørt mistak hjá Føroyum.

Tað hjálpti heldur ikki stórt, at ávíkavist Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Óli Mittún allir brendu úr sjey metrum í avgerandi løtum.

 

Skot fyri bógvin

Ukraina streyk framum - Føroyar svaraðu aftur og komu upp á 28-28 - men so gekk ikki longur. Teir á heimaliðnum høvdu sálarliga yvirvág síðstu minuttirnar, og tá Ihor Turchenko økti til 33-31 og 34-31 upp á ein minuttir var liðugt.

Liðini fingu eitt mál afturat í part, men ukrainar fingu stigini, sum føroyingar høvdu ætlað sær. 

Sigurin á útivølli, ja, honum mugu Føroyar bíða eitt sindur eftir enn. 

 

Twinsbet leikhøllin, Litava (EM-undankapping, 2. umfar)

Ukraina - Føroyar, 35-32 (14-17)

Málskjúttar, Føroyar: ÓIi Mittún 8, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7, Hákun West av Teigum 7, Vilhelm Poulsen 4, Rói Berg Hansen 2, Teis Horn Rasmussen 2, Pætur Mikkjalsson 1, Peter Krogh 1

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935