"Um tað ikki riggar - so fara vit niður aftur"

"Um tað ikki riggar - so fara vit niður aftur"
Í summar flutti Tina Niclassen aftur til Føroya saman við familjuni, eftir at hava búð í Danmark í 19 ár.
"Vit royna, men vit tordu ikki heilt at sleppa øllum niðri, so vit søktu um farloyvið frá øllum í eitt hálvt ár." Fortelur Tina Niclassen um avgerðina at flyta heim aftur. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.11.2024 - 13:52

"Stóð tað til okkum, so høvdu vit væl kunnað verðið verandi í Danmark. Tað er meira tað við børnunum. At tey skulu hava møguleika at vaksa upp í Føroyum - og hava møguleika at vaksa upp saman við ommum og abbum. Tað er tí, vit royna tað nú, tað er tað týdningarmesta". 

Í summar flutti Tina Niclassen saman við manninum og trimum børnum aftur til Føroya.

"Vit hava hugsað um tað í góð trý ár, men um vit skuldu koma heim, so skuldi tað vera nú."

Familjan hevur nú verið í Føroyum í eina tíð, men enn er óvist, um tey verða verandi. Hóast børnini trívast væl, so eru nógv ymisk viðurskifti, sum ein skal venja seg við, eftir so mong ár í Danmark,  sigur hon. 

 

"Vit royna, men vit tordu ikki heilt at sleppa øllum niðri, so vit søktu um farloyvi frá øllum í eitt hálvt ár."

 

Flutti niður at lesa námsfrøði 

22 ára gomul tók Tina Niclassen avgerð um at flyta til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Hon umhugsaði ikki at lesa í Føroyum, tí hon vildi royna okkurt nýtt. Soleiðis gjørdist hon í 2005 ein av teimum mongu føroyingunum, sum fór uttanlands í lestrarørindum. 

Umleið 40 prosent av teimum ungu fara nevniliga av landinum at lesa. Av teimum eru tað helvtin, sum kemur aftur. Tað merkir, at vit missa 20 prosent av hvørjum árgangi, vísa tøl frá Hagstovuni: Føroyar missa fimta hvønn

Tina Niclassen endaði við at búgva í Danmark í 19 ár, men tað var eitt sindur tilvildarligt, sigur hon. Maðurin, sum eisini er føroyingur, fekk starv í Danmark - og tí gjørdu tey av, at verða verandi niðri. Sjálv fekk hon eisini eitt gott starv í einum barnagarðið, og tí komu tey ikki heim aftur at búgva í fyrstu syftu. 

 

Valdu Føroya frá 

Árini gingu, og skjótt fekk parið børn. Tá hugsaðu tey um at flyta aftur til Føroya, men tóku avgerð um, at tað var betri at verða í Danmark. 

"Vit fingu børn. Tað eina barnið hevur serligan tørv, so hugdu vit at møguleikunum í Føroyum, og tá funnu vit útav, at tað var ikki tann rætta tíðin at koma aftur til Føroya, tí at tað vóru ikki góðir møguleikar at fáa hjálp tá. Og hann fekk ein ordiliga góðan skúla í Danmark, so tí valdu vit at verða verandi. Vit hava eisini fleiri børn - og øll hava bara trivist so væl í Danmark."

Eitt annað sum spøkti í huganum, vóru søgurnar um námsfrøðiliga økið.

 

"Eg las saman við øðrum føroyingum. Tey fortaldu um vánaligar umstøður og løn í Føroyum, so tað hjálpti ikki uppá tað."

 

 

Sjálv hevur hon arbeitt í einum sonevndum inklusjónsbarnagarðið í Danmark í meira enn 10 ár. 

Sostatt hevur hon í fleiri ár verið ein av teimum føroyingunum, ið er útbúgvin innan heilsu og umsorgarnarøkinum, sum hevur búð og starvast í Danmark. 

 

"Um vit skulu gera tað, so skal tað vera nú"

Í  fleiri ár hevur familjan umhugsað at flyta heim aftur til Føroya - og tað, at koma heim nú, hevur verið ein felags avgerð, fortelur Tina Niclassen. Familja og vinir eru høvuðsorsøkin til, at vit nú royna at búgva í Føroyum. Serliga fyri børnini, sum hava longst eftir ommum og abbum. 

Um børnini áttu avgerðina einsamøll, so varð familjan verandi í Føroyum. Kortini eru foreldrini ikki eins og avgjørd - og enn vita tey ikki, um tey hoyra hoyma í Føroyum ella í Danmark. 

Arbeiðsumstøðurnar tosa móti at verða verandi í Føroyum, tí tað eru ikki líka nógvir møguleikar at førleikamenna seg á serøkinum. Haraftrat eru bæði betri løn og betri arbeiðstíðir í Danmark, sigur Tina Niclassen, sum eisini heldur, at størri virðing er fyri økinum í Danmark.

Samanumtikið er framtíðin er óviss, men sum er, so hevur familjan valt Føroyar - í hvussu er fyribils.

Til ber at síggja meira um hetta evnið í sjónvarpsdokumentarrøðini  “Kanst tú siga farvæl?” 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. desember
Plátupanelið #023 (Jólaplátur)
184782
Leygardag 7. desember
Jambalaja - 071224
184779
Leygardag 7. desember
Upp á tá - 061224
184777
Leygardag 7. desember
Vikan 7. desember 2024
184776
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666