- Eg fór bara til Onglands at lesa

- Eg fór bara til Onglands at lesa
At fara uttanlands at lesa kendist ikki sum ein avgerð um at flyta burtur frá Føroyum fyri Lindu Mortansdóttir. Avgerðin kom ikki inn í myndina fyrr enn nógv ár seinni
Mynd: Jógvan Eli Dam  
 
30.11.2024 - 08:00

"Eg hevði ikki gjørt mær so stórar ætlanir. Eg fór bara til Onglands at lesa," sigur Linda Mortansdóttir. "Tað, sum so hendi á mínum triðja ári í Onglandi var, at eg møtti einum dana, sum bleiv maður mín, og vit fluttu til Danmarkar." 

Linda Mortansdóttir er ein av túsundtals føroyingum í Danmark. Hon hevur lisið moderne kultur og kulturformidling, og starvast í einum mentanarhúsi í Jægerspris í Norðursælandi í Danmark. Linda býr í Jyllinge saman við manninum Niels og trimum døtrum.  

"Eg skuldi jú ongantíð ikki koma aftur til Føroya," sigur Linda, sum í ungdómsárunum hevði útlongsul. Hon flutti fyrst til Íslands og síðani til Onglands, áðrenn hon flutti til Danmarkar.  

Í fyrra parti av sjónvarpsendingin i“Kanst tú siga farvæl?" lýsir Linda Føroyar sum tað lítla hjarta, ið bankar í Norðuratlantshavi, sum hon altíð hevur skulað fyrihildið seg til.   

 

Royndu at flyta til Føroyar 

Tá elsta dóttirin skuldi í skúla, gjørdu Linda og maðurin av at royna at flyta til Føroya.

"Eg var ikki liðug við Føroyar. Foreldrini vóru farin at eldast, og eg vildi gjarna heim, áðrenn tey blivu ov gomul," sigur Linda Mortansdóttir.  

Tað gekk væl hjá Lindu og børnunum í Føroyum, og tær fullu til. Linda fekk starv, og genturnar fóru í barnagarð og í skúla. Men tað var trupult hjá danska manninum at fáa starv, so hann gjørdi av at byrja egna fyritøku.  

Hoyr Lindu Mortansdóttir Ramussen greiða frá um sína støðutakan. 

241129_NET_LINDA_MORTANSDOTTIR

 

Kendist órættvíst 

Men tað var ein ójavnvág í familjuni.

"Maðurin hevði onki netverk í Føroyum, so tað føldist órættvíst, tí eg hevði so stórt netverk í Danmark."   

Eftir tvey ár í Føroyum gjørdi familjan av at flyta aftur til Danmarkar. Og tá hon flutti hesa ferð, var tað ein onnur kensla.  

"Tað er ikki fyrr enn her, at eg føli at ein avgerð er komin inn í myndina," sigur Linda. 

 

Kanst tú siga farvæl?

Linda Mortansdóttir er ein av útisetunum vit hitta í fyrra av tveimum pørtum av sendirøðini “Kanst tú siga farvæl?” hjá Kringvarpinum.

Røðin snýr seg um, at ein stórur partur av teimum ungu fara til Danmarkar at lesa. Helvtin av teimum flyta ikki heim aftur. Sendirøðin lýsir hví føroyingar velja at búseta seg uttanlands, og hvørjar avbjóðingar tað hevur fyri føroyska samfelagið. 

 

Hvat: Kanst tú siga farvæl?
Hvar: KVF Sjón og í sjónvarpinum 
Nær: Hóskvøldið, og tá tú hevur hug á KVF Sjón
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602