Gott 6.000 bilar í Eysturoyartunlinum í novembur

Gott 6.000 bilar í Eysturoyartunlinum í novembur
Í Sandoyartunlinum var ferðslan heldur minni í november enn í oktober
Seks av teimum 12 mánaðunum í 2024 hava fleiri enn 6.000 bilar koyrt í Eysturoyartunlinum um samdøgrið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.12.2024 - 15:46

Gott 6.000 bilar koyrdu í  Eysturoyartunlinum í novembur.

Tað eru gott 50 fleiri enn november í fjør, men 340 færri enn í oktober í ár, vísa tøl frá tunnilsfelagnum.

Seks av teimum 12 mánaðunum í 2024 hava yvir 6.000 bilar koyrt gjøgnum tunnilin um samdøgrið.

 

891 bilar í Sandoyartunlinum 

Tølini fyri novembur vísa, at í Sandoyartunlinum koyrdu 891 akfør í miðal ígjøgnum um samdøgrið, og í oktober vóru akførini 984.

Í Vágatunlinum koyrdu 2.435 akfør í miðal, og tað er nakað minni enn í novembur í fjør og fyrraárið.

Eisini í Norðoyatunlinum var ferðslan eitt sindur minni enn í novembur í fjør og fyrraárið, tí í november í ár var hon 4.010 akfør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809