Jan Højgaard heldur fram sum formaður

Jan Højgaard heldur fram sum formaður
Hann hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani 2007
Jan Højgaard var einasta valevni, tá freistin at stilla upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum fór á middegi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2024 - 13:04

Jan Højgaard heldur fram sum formaður í Føroya Fiskimannafelag

Freistin at stilla upp til formansvalið var úti á middegi í dag, og tá var greitt, at Jan Højgaard er einasta valevni.

Tað skrivar heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum. 

Formansval í Fiskimannafelagnum er triðja hvørt ár. 

Jan Højgaard er av Nesi í Eysturoynni, og er 59 ára gamal.

Jan Højgaard vann formanssessin fyrstu ferð á formansvalinum, veturin 2006-2007, og hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213